Sámal roynir takið

2016-06-17 08:52 Author image
Dimma

Nú tak er lagt oman yvir túnið millum spælistøðini Perluna og Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn, fer Sámal Ravnsfjall at spæla har í dag. Konsertin verður kl. 16.

Ætlanin er at skipa fyri regluligum konsertum fríggjadag seinnapart í summar undir takinum millum Perluna og Reinsaríið, og byrjað verður við Sámal Ravnsfjall í dag.

Takið er lagt á, og mánadagin varð túnið royndarkoyrt, tá ið Danny & The Veetos og Lea Kampmann spældu í góðveðrinum.

Nú Sámal skal spæla, kann roknast við einum sindur av hvørjum, tí hann hevur eina stóra lagaskjáttu at taka úr. Konsertin hjá Sámali Ravnsfjall verður kl. 16.

 

placeholder

Meira langlesnaður