Ógvusligir samanbrestir og handtøkur í Fraklandi  

2016-06-16 09:28 Author image
Dimma

Í minsta lagi 36 fólk eru handtikin í býnum Lille eftir samanbrestir millum fronsku løgregluna og fótbóltsviðhaldsfólk, sum eru komin til EM í Fraklandi. Franska løgreglan sigur, at haraftrat eru 16 fólk flutt á sjúkrahúsið.

Í gjárkvøldið vant ófriðurin upp á seg, og løgreglan mátti brúka táragass fyri at spjaða mannamongdirnar, har serliga hundraðtals ensk viðhaldsfólk máttu flýggja.

UEFA hevur longu hótt við at blaka Ongland úr kappingini. Ongland spælir móti Wales seinni í dag. Túsundtals viðhaldsfólk hjá Onglandi og Wales hava verið í Lille upp til dystin, og russiskir og slovakiskir áskoðarar hava eisini verið í Lille til teirra dyst, sum var á Stade Pierre-Mauroy mikudagin.

Samanbrestir hava eisini verið millum enskar, russiskar og franskar áskoðarar í Marseilles, og Russland hevur fingið eina sokallað treytaða burturvísing frá kappingini, eftir at teirra áskoðarar lupu á ensku áskoðararnar.

 

placeholder

Meira langlesnaður