Samaranch læsti olympisku dyrnar

2016-08-24 14:11 Author image
Dimma

Á ein hátt er tað ein gáta, at Føroyar ikki fingu olympiskan limaskap, tá ÍSF og Olympiska Nevnd Føroya søktu um limaskapin á heysti í 1984. Tá í tíðini var ongin regla í gildi um, at OL-limalond skuldu vera fullveldir, og eisini eftir 1984 fingu lond, sum ikki vóru fullveldir, olympiskan limaskap. Aruba, Cook Islands og Guam fingu limaskap í 1986, og Samoa fekk limaskapin í 1987.

Tilsamans hava 13 lond olympiskan limaskap, sum ikki eru fullveldir, men síðan fyrra helming av 1990’unum hevur verið læst og fyribundið í IOC, og hjálond hava onga atgongd havt har. Hetta sannaði ÍSF eisini, tá felagsskapurin í herdari umsókn frá 2004 vísti á, at føroyska ynskið um IOC-limaskap skal viðgerast eftir reglunum, sum vóru galdandi í 1984. Svarið var noktandi.

 

OL-hugur longu í 40’unum

Søgan um føroysku royndirnar at fáa olympiskan limaskap er long og kringlut. Á ein hátt kann sigast, at hon gongur aftur til beint eftir krígslok, tá ÍSF bara hevði fá ár á baki. Martin Holm var vorðin formaður í 1946, og tá olympisku leikirnir skuldu haldast í London í 1948, ætlaðu føroyingar sær niður at hyggja. Teir tryggjaðu sær 40 atgongumerkir til kappingar í eina viku.

Ólukkutíð lá ikki fyri hjá Ternuni, sum skuldi sigla ferðalagið til Onglands, at fara avstað, og ferðin varð av ongum. Men ætlanin vísir, at dreymurin um OL livdi longu tíðliga í tíðini hjá ÍSF, og 34 ár seinni, tá fleiri føroyskar ítróttagreinir høvdu fingið altjóða viðurkenning, varð Olympiska Nevnd Føroya stovnað. Í hana komu Niels Juel Arge, Tórmóður Djurhuus og Heðin Mortensen.

Tann 21. september í 1982 greiddi Heðin Mortensen frá á fundi í nevndini, at borðtennis, svimjing, hondbóltur, flogbóltur og badminton nú høvdu altjóða viðurkenning. Treytin fyri at fáa olympiska viðurkenning var júst, at eitt land hevði fimm altjóða viðurkendar ítróttagreinir. Badminton var enn ikki vorðin olympisk ítróttagrein, men tað fór væntandi at henda skjótt.

Endamálið hjá Olympisku Nevnd Føroya var formliga og fíggjarliga at fáa í lag olympiska luttøku, og í september 1984 var nevndin saman at viðgera orðaljóðið í umsóknini, sum Tórmóður Djurhuus hevði sett saman. Umsóknin varð reinskrivað, týdd til enskt og send avstað saman við viðtøkunum fyri nevndina. Vónir vóru tá avgjørt um, at limaskapurin skuldi koma í lag.

Long tíð gekk, áðrenn føroyingar frættu aftur frá IOC. Hetta var í mai 1987. IOC heitir tá á nevndina um at gera nakrar broytingar í viðtøkunum fyri sjálva nevndina, so tær samsvara við krøvini hjá IOC. Nevndarlimirnir í Olympisku Nevnd Føroya eru sannførdir um, at verða hesar broytingar framdar, er leyst og liðugt við limaskapinum.

Tann 13. oktober í 1987 er nevndarfundur í olympisku nevndini, og samtykt verður at kalla inn til eykaaðalfundar við viðtøkubroytingunum og vali av nýggjari nevnd á skránni. Fundurin verður hildin 22. oktober 1987. Viðtøkubroytingarnar verða samtyktar, og Niels Juel Arge, Tórmóður Djurhuus og Heðin Mortensen fara úr nevndini.

 

Bíða eftir upptøku

Í nýggju nevndina, sum skipaði seg februar 1988, komu Tórleif Sigurðsson, Tórgerð Nielsen, Jan Günther, Jón á Steig og Mogens Brix. Torleif gjørdist formaður og Tórgerð næstforkvinna. Á nevndarfundi í mai 1990 varð tosað um, at Føroyar kanska áttu eitt ella tvey ítróttafólk, sum kundu kvalifisera seg til olympisku leikirnar í Barcelona í 1992, eitt fólk í renning og eitt í svimjing. 

Eina viku eftir hetta hevur nevndin samband við eina Mrs. Beddow hjá IOC um viðtøkubroytingarnar, sum IOC hevði samskift við gomlu nevndina um. Framdu broytingarnar í viðtøkunum kundu góðtakast, nevndi IOC-umboðið, og aðalfundarfrágreiðingin hjá føroysku nevndini skuldi sendast IOC í Sveis, fekk nýggja nevndin at vita.

Um hetta mundið ger fótbólturin seg til reiðar at fara út í Evropa at kappast, og Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, sigur seg úr olympisku nevndini. Tórgerð Nielsen verður forkvinna. Í september 1990 – samstundis sum Føroyar vinna á Eysturríki í fótbólti – frættir nevndin, at næsti IOC-fundur verður í Birmingham í 1991, og har kemur føroyska umsóknin til viðgerðar.

Men í 1991 hava umboð fyri Olympisku Nevnd Føroya samband við skrivaran hjá danska IOC-liminum, Niels Holst Sørensen. Tá bendir sumt á, at tað verður ikki so lætt at fáa limaskap, hóast Niels Holst Sørensen sjálvur letur væl at. Ein bóklingur, sum m.a. Atli Dam, løgmaður, skrivar sítt viðmæli í, verður gjørdur at greiða frá, hví Føroyar eiga at fáa limaskap. Hann fer víða um lond.

Í mars 1992 er olympiska nevndin aftur saman, og tá verður nevnt, at upptøkufundur í IOC verður aftur í 1993. Ongin avgerð er tikin í Birmingham í 1991. Nevndin umrøður, hvussu hon kann heita á hvønn IOC-lim sær um at fáa Føroyum limaskap. Í mai sama ár veit Tórgerð Nielsen at siga, at nú hevur Joao Havelange, FIFA-forseti, viðmælt føroyska IOC-limaskapin.

Á hesum fundinum er upp á tal, at føroyingar skulu fara á olympisku leikirnar í Barcelona at bjóða Juan Antonio Samaranch, IOC-forseta, til Føroya. Hann fær ikki innbjóðing tá, men hetta er maðurin, sum hevur størsta valdið í IOC. Hann var ítróttaráðharri í Franco-stjórnini í Spania longu frá 1967, og í 1980 gjørdist hann IOC-forseti eftir at hava verið spanskur sendiharri í Moskva.

 

Stóra afturstigið

Í desember 1992 verður aftur nýggj olympisk nevnd vald í Føroyum. Í hana koma Magni Arge, Finnur Helmsdal, Katrin Joensen, Jákup Frants Larsen og Jón á Steig. Magni Arge verður formaður. Longu í februar 1993 staðfestir nevndin, at striltið gongst við limaskapinum, tí hóast Føroyar halda seg uppfylla allar treytir, vil IOC nú ikki loyva smátjóðum uppí.

Undan kavi koma tvinni viðurskifti, sum vísa, at hurðin í veruleikanum er afturlatin í IOC. Magni Arge leggur frá sær í 1995, tá hann vorðin stjóri í Atlantic Airways, og skrivar til ÍSF, at hann hevur roynt at virkað fyri føroyska IOC-limaskapinum, men gavst við tí, tá IOC gjørdi av at skerpa krøvini til nýggjar limir, sum nú skulu prógva, at teir umboða suverenar statir.

Fundurin, har hetta er komið fram, var IOC-fundurin í Monaco í 1993, har spurningurin um nýggjar limir var til umrøðu. Ein finnlendingur, Peter Tallberg, royndi nakað eftir hetta at tala Føroya søk á fundi við Juan Antonio Samaranch, men Samaranch ætlaði sær onki at gera vegna Føroyar, hevði hann sagt, tí so kundi hann fáa trupulleikar av Katalonia og Gibraltar, ið heldur ikki vóru statir.

Nú verður ásannað í nevndini og ÍSF, at føroyingar tykjast hava rent seg fastar í spurninginum um olympiskan limaskap. Í 1997 verður Olympiska Nevnd Føroya niðurløgd og løgd undir ÍSF. Upplýst verður á ÍSF-aðalfundi, at Peter Tallberg tá hevur sent skrivaranum hjá Juan Antonio Samaranch bræv og boðið forsetanum til Føroya. Til Føroya kom hann tó ongantíð.

 

Herja á av nýggjum

Tað næsta stóra stigið, sum verður tikið í sambandi við royndirnar vinna Føroyum IOC-limaskap, verður tikið í 2001, tá Kári á Rógvi, løgfrøðingur, kunnar ÍSF-stjórnina um, hvussu evstalógin hjá ÍSF kann verða tillagað soleiðis, at hon samsvarar við IOC-krøv. Nýggj evstalóg verður løgd fyri stjórnina í 2002, og hon verður samtykt.

Um hetta mundið er bjartskygnið í ÍSF stórt. Bæði Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Anders Fogh Rasmussen, danskur forsætisráðharri, hava givið sítt viðmæli um at fáa føroyska limaskapin í lag. Víst verður á ÍSF-aðalfundinum í 2002 á, at heili 13 lond í IOC eru ikki fullveldir, og við virknu føroysku umsóknini frá 1984 eiga Føroyar at kunna gerast limir.

Men grús er í maskinarínum, um føroyingar vilja síggja tað ella ikki. Tá norðurlendska olympiska nevndin er í Føroyum í 2002, leggur Kári á Rógvi fram uppskot um endurnýggjaða umsókn um føroyskan limaskap. Øll londini uttan Svøríki stuðla Føroyum. Umboðið hjá Svøríki er Gunilla Lindberg, varaforseti í IOC. Hon sigur stutt og greitt, at IOC upptekur bara sjálvstøðug lond.

ÍSF gevst ikki av teirri orsøk, og tann 19. januar í 2004 verður endurnýggjaða umsóknin úr Føroyum send IOC. Víst verður á, at hetta er ikki nýggj umsókn, men eitt framhald av umsóknini frá 1984, og at í Føroyum eru níggju sersambond við altjóða viðurkenning. IOC krevur bara, at eitt land hevur fimm altjóða viðurkendar ítróttagreinir.

Saman við Kára á Rógvi hevur løgfrøðingurin, Bárður Larsen, hjálpt ÍSF at orða umsóknina. Teir vísa á, at ÍSF hevur verið sjálvstøðugt ítróttasamband síðan 1939, og at Føroyar taldust millum londini, sum stovnaðu altjóða paralympisku nevndina, IPC, í 1989. Veruleikin er, siga teir, at allir altjóða felagsskapir av týdningi hava viðurkent Føroyar sum sjálvstøðuga ítróttatjóð.

Teir siga eisini, at Føroyar í mesta lagi kunnu sigast at vera í kongsfelagsskapi við Danmark og ikki ogn hjá Danmark, og vísa samstundis á, at fleiri lond, sum ikki vóru fullveldir, fingu limaskap eftir 1984. Her sipa teir til til Aruba, Cook Islands, Guam og Samoa. Viðmælir frá nær og fjar eru løgd við umsóknini, og IOC váttar at hava móttikið umsóknina 9. mars í 2004.

 

Rogge noktar eisini

Um sama mundið er fundur í Evropeisku Olympisku Nevndini, sum Føroyar heldur ikki eru limir í, men sum føroyingar sleppa við á sum eygleiðarar, tí írin, Patrick Hickey, ruddar slóð fyri tí. Við á fundin fara Sølvi Reinert Hansen og Petur Elias Petersen. Teir hitta tá sjálvan IOC-forsetan, Jacques Rogge, men fáa ongan formligan fund í lag. Hann fær tó boðini um føroyska ynskið um limaskap.

Í apríl 2004 kemur svar frá Rogge um formligu umsóknina. Hann vísir til treytirnar fyri upptøku, ið eru galdandi nú, og eftir teimum kunnu Føroyar ikki upptakast í IOC. Bara sjálvstøðug lond kunnu fáa olympiskan limaskap. Her stendur málið framvegis, og tað broyttist ikki, tá Kaj Leo Johannesen sum løgmaður á ferð í Sveis í 2015 royndi at rudda slóð fyri limaskapinum.

Tveir føroyingar hava verið til OL síðan átakið í 2004. Katrin Olsen umboðaði Danmark sum rógvari í 2008, og Pál Joensen var við í 2012 sum svimjari fyri Danmark – og aftur nú í 2016. Hann veittraði við einum lítlum føroyskum flaggi til setanina hesaferð. Fáar dagar seinni vann Kosovo sítt fyrsta OL-heiðursmerki nakrantíð – sum sjálvstøðugt OL-land.

 

Greinin byggir á gerðabókina hjá Olympisku Nevnd Føroya 1982-1997, formansfrágreiðingar hjá ÍSF og samrøður, sum vórðu gjørdur í sambandi við bókina "Føroyar framá – ÍSF 75 ár" frá 2014.

placeholder

Meira langlesnaður