Samarittarnir hjá Reyða Krossi virka aftur

2016-06-06 15:00 Author image
Dimma

 Hetta er stevnu- og festivaltíð, og tá er eisini tørvur á samarittum. Eina tíð hava teir ikki havt umstøður at virka, tí tryggingarviðurskiftini hava verið ógreið. Tað er nú fingið í rættlag, og tí eru samarittarnir aftur tøkir til almenn tiltøk í Føroyum.

“Vit takka fyri tolsemið, sýnt frá viðskiftafólki okkara og síggja fram til støðugt samstarv frameftir. Vit gleðast um, at vit sum sjálvboðin nú aftur sjálv trygt kunnu virka fyri at skapa trygd til almenn tiltøk,” siga samarittarnir í fráboðan.

Samarittarnir hjá Reyða Krossi hjálpa við nógvum ymiskum, alt frá smásnuddum til størri skaðar, tá ið tiltøk eru, og teir kunnu geva professionel boð víðari til eitt nú sjúkrabil og vakthavandi.

Samarittarnir arbeiða sjálvboðið og eru útbúnir innan kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp. Samarittarnir eru til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi.

Samarittarnir hava verið til tiltøk, meðan steðgurin hevur verið. Hetta bar til, tí at fyriskipararnir høvdu syrgt fyri, at tryggingarviðurskiftini vóru í lagi.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður