12 íbúðir til fólk við skerdum førleika tiknar í nýtslu

2016-05-19 14:15 Author image
Dimma

Stórur tørvur hevur verið á vardum íbúðum til fólk við skerdum førleika, og fyri tveimum vikum síðan var fagnardagur í Runavík, tá heimið Sambýlið á Blikagøtu varð tikið í nýtslu.

Tað er Almannamálaráðið, sum er arbeiðsánari, og Landsverk hevur verið byggiharri. Talan er um 12 íbúðir á 730 fermetrum; kostnaðurin hevur verið góðar 19 milliónir krónur.

Fleiri tóku orðið, tá ið heimið varð tikið í nýtslu. Teirra millum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Og hann var glaður og errin um, at heimið nú er komið:

- Sagt verður, at sosiala støðið í einum samfelag skal mátast eftir, hvussu samfelagið tekur hond um tey, sum ikki eru útborin til heilt at megna tilveruna av sær sjálvum á sama hátt sum tey frísku og ferðugu, ið eiga at standa uppi av sær sjálvum og væl tað, soleiðis at orka og rúm eisini verður til og fyri teimum, ið ikki eiga tann førleikan til fulnar, segði hann millum annað.

placeholder

Meira langlesnaður