Landsstýrið tapti í Hægstarætti

2016-06-03 13:03 Author image
Dimma

"Thi kendes for ret: Landsrettens dom stadfæstes. I sagsomkostninger for Højesteret skal Færøernes Landsstyre og Heilsumálaráðið betale i alt 150.000 kr. til Region Hovedstaden."

Soleiðis ljóðar dómurin frá Hægstarætti, sum varð sagdur í dag. Sostatt taptu Landsstýrið og Heilsumálaráðið málið um filipinska sjómannin, sum varð dømdur til viðgerð á danska sálarsjúkrahúsinum Sct. Hans.

Les allan dómin her

Málið er prinsipielt og snýr seg um, hvørt føroyskir ella danskir myndugleikar skulu rinda fyri uppihald og viðgerð á Sct. Hans hjá einum filipinskum statsborgara, ið av Føroya rætti og seinni landsrættinum varð dømdur til Danmarkar í viðgerð.

Filipinski sjómaðurin, ið var við føroyskum skipi, royndi manndráp umborð. Hann bleiv varðhaldsfongslaður í Føroyum, og undir hesari avgjørdi Føroya rættur, at hann skuldi í viðgerð á sálarsjúkrahúsinum Sct. Hans í Danmark. Eftir at hann varð dømdur í viðgerð, bleiv hann verandi á Sct. Hans, til hann varð útvístur.

Føroysku myndugleikarnir hildu tað ikki vera rætt, at teir skuldu gjalda stóra kostnaðin fyri viðgerðina, soleiðis sum Føroya rættur og landsrætturin hava sagt, men Hægstirættur gav ikki viðhald í hesum.

Pástandurin hjá landsstýrinum og Heilsumálaráðnum hevur verið, at filipinski sjómaðurin ikki er vístur til viðgerð eftir reglunum í løgtingslógini um ávísing til viðgerð í Danmark. Men Hægstirættur staðfesti altso, at føroysku myndugleikarnir skulu halda allar útreiðslurnar.

Føroyski myndugleikarnir skulu sostatt rinda tær góðu 10 milliónir krónurnar, sum viðgerðin hevur kostað. Landsstýrið royndi at fáa ein partur aftur, slakar 4 milliónir krónur, men tað eydnast altso ikki. Landsstýrið hevur longu goldið pengarnar.

placeholder

Meira langlesnaður