Eik Banki verður til Betri Banka

2017-03-21 09:05 Author image
Sigmund Vang

Sum vit høvdu fingið frænir av í gjár, so er hend ein stór navnabroyting í teimum feløgum, sum TF-Holding hevur undir sínum regnskjóli. Í morgun varð tíðindaskriv sent miðlunum, har boðoð verður frá fleiri navnabroytingun, og tí, sum verður rópt samleikaskifti.

Í tíðindaskrivinum stendur millum annað:  

"Størri kanningararbeiði varð sett í verk í fjør, og vísti marknaðarkanningin, at besta loysnin var at kalla øll feløgini í samtakinum “Betri”. Sostatt verður Tryggingarfelagið Føroyar nú Betri Trygging. Eik Banki verður Betri Banki. INNI verður Betri Heim, meðan Betri Pensjón varðveitir sítt upprunaliga navn. BETRI eru samstundis fyrstu bókstavirnir í nøvnunum hjá teimum fýra gomlu systirfeløgunum. Samstundis, sum arbeitt hevur verið við nýggjum samleika, eru kundavendu økini í ymisku feløgunum flutt saman. Fyrst varð hetta gjørt í Klaksvík í januar, síðani í Saltangará og nú í Tórshavn, har øll tey kundavendu økini hjá Betri Trygging, Betri Banka og Betri Pensjón eru savnaði á Kongabrúnni. Stáparnir hjá Betri samtakinum eru hinvegin savnaðar Yviri við Strond, sum samstundis er høvuðssætið hjá móðurfelagnum Betri P/F. Betri Heim og aðrar deildir í feløgunum verða verandi á sama stað."

  

 

Meira langlesnaður