Jens L. Thomsen: Eg brúki tónleik at skilja heimin

2016-06-06 11:51 Author image
Simona Midjord

Í garðinum uttanfyri eina pubb í suðureystara partinum av London sita fólk í øllum aldrum og taka sær av løttum. Lesandi frøðast um, at royndirnar eru lidnar, og barnafamiljur um, at vikuskiftið er á gáttini. 36 ára gamli Jens L. Thomsen hevur eisini góða orsøk til at gleðast: Hann er júst vorðin tilnevndur tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri útgávuna ”Leipzig” frá 2014, og hundraðtals eintøk av nýggju plátuni ”Vað” eru ávegis í postinum.

- Eg vænti ikki, at eg vinni, men sjálvandi er tað eitt stórt herðaklapp, sigur Jens.

Hann hevur búð í London í eitt áratíggju tilsamans. Røturnar úr Eysturoynni hoyrast tó væl aftur, tá hann tosar.

Nógv er hent, síðan Orka fyri 10 árum síðani stóðu í einum fjósi og sungu um fjøll við fepuri. Nýggja útgávan, sum verður at fáa 10. juni, byggir eins og áður á heimagjørd ljóðføri, men huglagið er øðrvísi. Tónleikurin er meira minimalistikur og rútmurnar harðari og títtari. Endamálið er greitt: Jens vil hava fólk at dansa.

- Sum oftast hugsi eg “more is more”, tá eg framleiði tónleik. Á hesi útgávuni royndu vit heldur at hugsavna okkum um fyrsta hugskotið og at lata tað vera so reint sum gjørligt. Tað merkir, at onkur løg eru bara trý spor. Ein fót-trumma, eitt keyboard og ein hi-hattur, sigur Jens.

Tey 11 løgini á ”Vað” hava Jens og amerikanski starvsfelagin Alap Momin gjørt á konsertferðini ígjøgnum Týskland og Holland, sum úrslitaði í tilnevndu útgávuni ”Leipzig”. Teir nýttu ljóðroyndirnar at eksperimentera, meðan teir eygleiddu, hvussu áskoðararnir fluttu seg til tónleikin.

- Eg fái ordiliga nógvan íblástur frá tónleiki, sum rørir ein, ikki kensluliga, men kropsliga. At mann kann kanalisera frekvensir, sum raka ein í bringuna ella í mjødnina. Tú blívur bundin av at blíva raktur hesi støðini – tað er ein kropslig trongd… eitt bass-fiks, sigur Jens.

”Vað” er ætlað sum club-tónleikur, hóast Jens er heldur afturhaldandi at seta útgávuna í bás. Hon er eitt bland av, hvussu ein minnist tónleikin, tá mann hevur verið úti og dansað, og hvussu hann og Alap høvdu ynskt, at dansitónleikur ljóðaði. Løgini hóska seg somuleiðis allarhelst eisini betur í einum sveittutum klubba enn at verða spæld ímillum Ole Ivars og Hallur Joensen í døgurðatímanum.

 

At gera tónleik burturúr ongum

At skapa tónleik snýr seg fyri Jens kortini um nógv meira enn at fáa fólk upp á gólv. Allar útgávurnar hjá Orka eru á hvør sín hátt tengdar at einum staði: ljóðførini á ”Livandi Oyða” vóru bygd í fjósinum hjá pápanum Innan Glyvur, ”Óró” varð tikin upp í Saltsøluni í Havn og ”Leipzig” í einum biografi frá undankrígstíðini í Týsklandi.

- Eitt nokkso grundleggjandi eyðkenni við, hvussu vit arbeiða, er at fara eitt ávíst stað. Fyrstu ferð var tað ein bóndagarður. Vit lótu líkasum hurðarnar aftur og søgdu, hetta er tað, vit hava at arbeiða við. Har var í roynd og veru onki, men so má mann finna uppá okkurt. Í Saltsøluni í Havn upptóku vit øll rúmini. Vit koyrdu mikrofonir í gólvini og í stólparnar, og so funnu vit eitt skáp, sum vit bara hildu ljóðaði ordiliga væl, sigur Jens smáflennandi.

”Vað” skilir seg frá undanfarnu útgávunum, tí løgini eru tikin upp við einum MPC heldur enn einari teldu. Ein MPC er eitt ljóðføri, sum samplar ljóð og kann broyta tónahæddina og akkordirnar. Maskinan er í sær sjálvum eitt “klaustrofobiskt rúm” sambært Jens og gerst tí á ein hátt eisini ein fysisk avmarking eins og bóndagarðurin og biografurin.

- Tað er trupult at greiða frá prosessini, men tú leitar og leitar og leitar, so finnur tú brádliga okkurt, sum ljóðar sum ein bassur. Eg eri rættiliga inspireraður av einum, sum Búi Tyril segði við meg fyri nógvum árum síðani. Tað snýr seg um at fáa drama burturúr meyrini, sum gongur í horninum. Tað hevur sett seg fast uppá onkran máta. Tað hevur eisini nakað við Føroyar og at at keða seg at gera. Um tú hyggur nóg leingi eftir onkrum, so byrjar tú at síggja møguleikarnar í tí.

Hann byrjar at klirra á eitt ølglas fyri at vísa, hvussu samplarin riggar, men skjótt er hugurin farin víðari – eina løtu til techno í Detroit, ta næstu til uppvøksturin Innan Glyvur. Soleiðis er Jens: referansurnar koma úr øllum ættum, men onkursvegna hómast sum oftast ein reyður tráður. - Tað er nokkso eksistentialistiskt, tá eg geri tónleik. Mann kennur ein sakn í onkrum, sum tónleikurin kann fylla. Bara fyri ein sjálvan. Eg brúki á onkran hátt tónleikin til at fáa skil uppá verðina. Tað er tað keðiliga við tí. Tað er ofta bara sjálvterapi. Av og á er so kortini onkur annar, sum dámar tað.

Eru øll listafólk ikki eitt sindur sjálvupptikin?

- Jú, tað er ikki ordiliga tí, at mann ætlar sær at broyta heimin. Um mann vil broyta heimin, so er tað mest tí, at so kann mann tweeta, at mann hevur broytt heimin, sigur Jens skemtandi.

 

Tenorurin, sum vildi syngja bass

Áhugi hansara fyri tónleikinum, sum hevur úrslitað í fimm útgávum við Orka og eini rúgvu av øðrum verkætlanum, birtist í baptistaumhvørvinum. Jens er vaksin upp Innan Glyvur, har færri enn 100 fólk búgva. Baptistirnar sungu nógv á møti og tóku av sær sjálvum aðru rødd á seg. Soleiðis fekk hann eygleitt, hvussu ymsu røddirnar spældu saman.

- Abbi var baptist og sang við í einum kóri. Tað er har, eg haldi, at eg havi kærleikan til bass frá. Hann dugdi nógv betur at syngja tenor, men honum dámdi best at syngja bass. Tí vildi eg eisini spæla bass. Eg føli, at eg havi abba mín við í øllum, sum eg geri. Hann er bakgrundin á telduskerminum, sum eg geri tónleik á, sigur Jens.

Hann byrjaði fyrstu ferð at gera um seg innan tónleik, tá ið Clickhaze, ið var mannað av Peturi Pólssyni, Eivør Pálsdóttir, Høgna Lisberg, Boga á Lakjuni, Jón Tyril og Mikael Blak, vunnu Prix Føroyar í 2001.

- Eg haldi, at hetta var fyrstu ferð, bæði eg, Høgni, Eivør og kanska eisini Mikael royndu at vera í einum bólki. Tað kendist bara ordiliga fullkomið, sigur Jens og heldur fram:

- Tað er eitt sovorðið mikrokosmos. Mann kann gott flenna at tí, tí vit vita, hvussu fá fólk búgva har. Eg havi tað tó soleiðis, at tá eg komi til Føroya, letist heimurin rundanum aftur, og hetta er universið, sum vit liva í. Tað er stórt at vera nummar eitt á ”15 teimum bestu”, serliga um tú ert føddur og uppvaksin har. Tá kennir tú ikki nakað annað. Tað er bæði gott og ringt. Tá mann kemur út í verðina, so hevur mann eitt sindur timburmenn av at vera nummar eitt.

- Eg hevði nokk ikki klárað at gjørt Orka, um eg ikki var úr Føroyum. Í byrjanini helt eg, at tað var tann besti bólkurin, sum nakrantíð hevði verið til. Tað helt eg eisini um Clickhaze. Eg giti, tað er tí, mann er úr Føroyum… kanska av bygd. Kanska tað er gott at vera frá Innan Glyvur. Har búgva 60 fólk. Eg eri nógv tann kendasti tónleikarin í hvussu so er. Annaðhvørt hevur tú skeiva fatan av tær sjálvum, ella sært tú faktiskt virðið í tí, tú gert, sigur Jens smáflennandi.

Mann fær dirvi?

- Í hvørtfall tað!

 

Tríggjar aðrar plátur í stoypiskeiðini

Jens býr saman við unnustuni Kirstin Helgadóttir og vinmanninum Sámal Blak í einum raðhúsum í Forest Hill í suður-London. Kirstin er grafiskur sniðgevi og Sámal pallsniðgevi. Í kjallaranum deila tey trý studio. Á borðinum hjá Jens situr abbin og hyggur at telduskerminum. Á gólvinum liggur ein hegnsteyri, sum er gjørdur til ein bass.

Tá ið Jens ikki fæst við Orka, framleiðir hann fyri aðrar tónleikarar. Soleiðis hevur hann ráð at blíva við at geva sínar egnu plátur út. Innan Glyvur hevur hann eisini eitt studio, sum eitur á Støkumørk. Harafturat eru altíð fleiri verkætlanir í gongd, m.a. var hann í Kolumbia við nýskapandi sjónleikabólkinum Det Ferösche Compagnie fyrr í ár. Eisini hevur hann arbeitt nógv saman við viðurkenda sniðgevanum Barbaru í Gongini.

- Eg burdi fingið mær eitt kort, har tað stóð sonic prostitute á, sigur hann og flennir ristandi við høvdinum. Tó tykist honum at dáma best at hava nógv um oyrini. Í heyst gongur leiðin aftur á skúlabonk. Jens fer at lesa kandidat í Environmental and Architectual Acoustics á University of South Bank, sum er ein vísindalig útbúgving innan ljóð og rúm. Hetta er kortini bara eitt mál á skránni:

- Eg havi tríggjar aðrar plátur, sum eg eri í holt við í løtuni. Tað kann gott vera, at tað fer at taka fimm ár, áðrenn eg klári at gera tær lidnar, men eg hopi, at eg kann geva allar út í ár. Tað kostar bara nógvar pengar. Eg ynski bara at halda fram at gera tað, sum eg geri, sigur Jens L. Thomsen at enda.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Meira langlesnaður