Samstarvsavtala millum kommunu og sjónleikarfelag

Samstarvsavtala millum kommunu og sjónleikarfelag

2017-06-20 11:31 Author image
Leif Láadal

Tórshavnar kommuna og Havnar Sjónleikarafelag hava júst gjørt samstarvsavtalu um virksemi fyri 2017/18. Kommunan hevur í mong ár stuðla Havnar Sjónleikarafelag, men er hetta fyrstu ferð slík formlig avtala er gjørd, skrivar kommunan á heimasíðu síni, torshavn.fo. 

Avtalan er gjørd fyri at stuðla og menna samstarvið millum felagið og kommununa. Endamálið er at tryggja karmarnar til, at Havnar Sjónleikarfelag sum sjálvsognarstovnur kann menna mentanar- og listaligt virksemi og tilboð til tess at veita enn betri upplivingar fyri so nógvar borgarar sum gjørligt. Avtalan skal gagna virkseminum og tiltøkum hjá felagnum. 

Í avtaluni vera eisini sett ítøkilig mál um virksemi og átøk komandi árið. Kommunan letur 800.000 kr. í stuðli til felagið, ið m.a. fer til at halda søguríka bygningin. Ætlanin er at avtalan skal eftirmetast regluliga, tá verður eisini støða tikin til møguliga endurnýggjan av avtaluni og tilhoyrandi virksemi og tiltøk avtalað fyri komandi árið.

placeholder

Meira langlesnaður