Samt Løgting vil stuðla føroyska bátinum

Teinæringurin hjá Víkingagarðinum verður smíðaður. Savnsmynd: Jens Kristian Vang

Samt Løgting vil stuðla føroyska bátinum

2017-05-15 09:06 Author image
Georg L. Petersen

“Sambært ST-sáttmálanum hjá UNESCO, har vit eru atlimir, er tað okkara skylda at verja mentanararvin – eisini tann óítøkiliga mentanararvin (immateriella mentanararvin), so sum aldargomul handverk, sum eru við at fara í søguna. Bátasmíð er partur av hesum sonevnda óítøkiliga siðaarvi. Sum eitt fyrsta stig í arbeiðnum at varðveita føroyska bátin og serliga bátasmíð verður skotið upp at sleppa sølu og umvæling undan at rinda meirvirðisgjald.”

Hetta stóð millum annað í grundgevingunum hjá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni í Sambandsflokkinum, tá hann legði uppskot fram um at stuðla sølu og umvæling av føroyskum træbátum við mvg-frítøku.

Og sum nakað heilt nýtt samtykti ein samd fíggjarnevnd at taka undir við uppskotinum. Eitt líknandi uppskot frá Pálli á Reynatúgvu úr Tjóðveldi undir seinastu samgongu varð annars felt við tí grundgeving, at samgongan arbeiddi við tí – hóast semja var um, at uppskotið var gott.

Fíggjarnevndin hevði fund við umboð fyri Víkingagarðin, Felagið Træseglskip, bátasmiðir og landsstýriskvinnurnar í menta- og fíggjarmálum. Poul Hansen, sum arbeiðir við Víkingagarði, segði millum annað í eini viðmerking, at arbeitt varð við at gera eitt neyst til ein teinæring, sum eisini kundi brúkast til bátasmíð, tá teinæringurin varð flotaður. Nú skuldu útlitini fyri hesum verið munandi betri, eins og tað hjá vanligum bátaeigarum verður bíligari at halda træbátarnir viðlíka heldur enn at skifta til glastrevjabátar.

(Grein úr Dimmalætting hesaferð)

placeholder

Meira langlesnaður