San Clemente í Róm

2016-05-15 10:50 Author image
Simona Midjord

Vit hava nú hvítusunnu, høgtíðin, ið roknað verður sum føðingardagur kirkjunnar. Og rokkin so langt, eru vit komin til síðstu høgtíð í kirkjuárinum. Næsta stóra kirkjuliga høgtíðin eru jólini, og tey vera sum kunnugt í einum nýggjum kirkjuári.

Tann, kirkja, sum hevur hvítusunnu sum føðingardag, byrjaði gerning sín tann dagin, tá halgi andin kom yvir ápostlarnar. Og slit hevur ikki verið í síðan. Ápostlarnir vóru orðum Jesu lýdnir, teir fóru út og boðaðu fólki um Frelsaran og gerning hansara. Lærdu og doyptu, og kirkjulið vórðu so við og við grundað í Eysturlondum og londum kring Miðjarðarhav.

Í Róm er ein kirkja nevnd San Clemente. Henda Klæmintskirkja er bygd á toftina av einum tí elsta halgidómi í heiminum, grundaður longu í fyrstu øld e.Kr. Og nú vit hátíðarhalda føðingardag kirkjunnar, er hóskandi at dvølja júst við henda okkara elsta kristna fundarstað.

Søgan er henda: Rómverjar jagstraðu tey kristnu, sum tí í loynd savnaðust til ákallan og bøn. Í niðastu flónni undir Klæmintskirkju er bønhús teirra funnið. Her komu tey saman fyri út við 2000 árum síðan. Í nánd hevur verið halgidómur hjá rómverskum hermonnum, sum hildu krígshalgisiðir sínar hátt í hevd. Tá kristindómurin fekk fríar ræsur, varð ein kirkja bygd oman á toftina av gamla húsinum. Hesa kirkju løgdu normannar í oyði, tá teir gjørdu innrás í 1000-árunum. Eftir hesa oyðing vórðu toftirnar fyltar við múrsteinsbrotum og nýttar sum grund undir eini nýggjari kirkju, sum enn stendur uppi.

Tann elsti parturin av bygninginum er sostatt sløk tvey túsund ára gamal og er fjúrtan metrar undir verandi gøtuhædd. Toftin í miðflónni er frá fjórðu øld og tann ovasta frá bygging í ellivtu øld. At toftin av elstu kirkjuni í dag er so mikið sum 14 m undir verandi kirkju, sigur okkum, hvussu nógv gøtuyvirflatan í Róm er hækkað seinastu 2000 árini.

Søgan sigur frá mongum ólukkum, ið rakt hava Róm – kríggj, innrás, eldsbruna og jarðskjálvta. Mangir bygningar eru rapaðir ella skeiklaðir, tekjur sjúnkaðar og súlur brotnaðar og verið liggjandi.

Italiumenn hava ongantíð verið fyri at beina burtur alt gamalt og illa farið. Bygt hevur verið aftrat skaddum húsum ella eisini oman á tey. Einans teir alra ringast skaddu partarnir hava verið ruddaðir burtur. Í Klæmintskirkju eru súlurnar ymiskar. Heldur enn at høgga nýggjar súlur, eru byggimeistararnir farnir eftir gomlum, ið brúk ikki var fyri meira.

Soleiðis er Klæmintskirkja bygd á múrarnar av gomlu kirkjunum. Grót er fylt í tær minni haldbæru rustirnar og útmúrarnir nýttir sum grund undir næstu hædd.

Forngrevstur í Klæmintskirkju

Jarðarmunurin er eisini sjónligur, tá ein ber San Clemente saman við Colosseum. Hesir báðir bygningar eru í nánd av hvørjum øðrum, men støðismunurin á hesum gamla rómverska teatrinum – bygt árini 69-82 – og núverandi Klæmintskirkju er stórur. Niðasta toftin undir kirkjuni er á hædd við Colosseum, og tað samsvarar væl við tíðina, tí báðir bygningar eru bygdir at kalla samtíðis. Ymiski grundhæddarmunurin á byningum í Róm kann tí nýtast til at tíðarfesta toftir og fornar grundir.

Og at býurin eisini er ‘lyftur upp’ síðan verandi Klæmintskirkja var liðug í tólvtu øld, sæst av umstøðunum kring kirkjuna. Fyrr gingu fólk upp eina trappu, tá tey fóru til messu, í dag ganga tey niður eina trappu.

Forngrevsturin í Klæmintskirkju byrjaði í 1857. Tá visti eingin, at søga, ið røtur hevði aftur til fyrstu kristnu øldina, var goymd undir marmorgólvinum í miðaldarkirkjuni.

Síðan 1600-árini hevur San Clemente við kleystri hoyrt til ta írsku greinina av dominikanarskipanini. Dominikanar hava allar dagar havt serstakan áhuga fyri gransking og vísindi, og abbatin, faðir Joseph Mullooly (1812-1880) var forvitin.

Um hetta mundið var stórur áhugi fyri fornfrøði, og hann rein eisini við Mullooly – hví stungu tveir hálvbogar seg upp gjøgnum gólvið í kirkju hansara? Hví stóð navnamerkið (monogrammið) hjá Jóhannesi páva II í marmorkórinum, mitt í kirkjuni, tá hesin pávin var deyður 535 og ikki var farið undir at byggja hesa kirkjuna fyrr enn 1108? Og hví lá gamla Colosseum so langt niðan fyri hinar partarnar av bygda økinum her um leið?

Her búði okkurt kanningarvert undir. Saman við Giovanni Battista de Rossi (1822-1894), fornfrøðingi, fór Mullooly undir at grava í 1857. Trettan ár seinni var greitt, at Klæmintskirkja hevði eina drúgva forsøgu.

Kirkjan frá fjórðu øld varð grivin undan, eins og partar av tí rómverska byninginum frá fyrstu øld niðast.

Her helt tann nú frælsi, kristni trælurin Klæmint (Clemens) fyrstu, loyniligu prædikur sínum í teim døgum, tá tey kristnu vórðu jagtrað. Klæmint var fyristøðumaður hjá teimum kristnu og gjørdist pávi ár 88 sum Clemens I.

Hjá okkum er klæmintsmessa 23. november, og hon er vígd minninum um henda pávan. Í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« sigur Axel Tórgarð:

Vit vita, at hesin Klæmint livdi í Róm, tá Pætur ápostul var á døgum. Hann er nú vanliga roknaður at vera triði maður eftir Pætur í pávastólinum í Róm, og kirkjufaðirin Ideneo sigur, at hann hevði sæð og talað við teir signaðu ápostlarnar. Klæmint var pávi ár 88-97. Eftir øllum at døma hevur hann skrivað tað brævið, ið rópt verður Fyrra Klæmintsbræv, og er frá árinum 96.

Um Klæmint sjálvan eru nógvar halgisøgur. Sagt verður, at hann endaði dagar sínar við at vera blakaður í havið við einum akkeri umn hálsin. Hann hevur síðan tá verið roknaður sum verndahalgimenni hjá sjómonnum. Dagurin 23. november hevur eisini tvey onnur nøvn: veðurlambsmessa og fyrsti vetrardagur (tá vetrarfjórðingsárið tekur við). »Skt. Klement monne os vinteren bringe« verður tikið til í einum gomlum álmanakkaversi.

Latíniska navnið Clemens merkir »hin mildi«.

Sum rómverjum vant

Faðir Mullooly hevði fingið spurning sín svaraðan. Bogarnir vóru krúnan á nøkrum súlnahválvum í miðkirkjuni. Haðan stavaði eisini Jóhannesar-monogrammið. Alt tað stóra marmorkórið í miðaldarkirkjuni er bygt oman á gomlu, tyrvdu kirkjuna.

Tá grivið varð í hesari toftini, varð eisini komið eftir, hví áneyðir høvdu verið fyri at byggja nýggja kirkju. Múrar og súlur høvdu fingið skaða av jarðskjálvta. Fyrst hevði verið roynt at umvæla við at byggja stuðulsmúrar kring tær súlur, ið mesta skaða høvdu fingið. Hesir múrar standa enn, og hóast mangar øldir í dunga, eru sjónligir teir kálkmálningar, ið málaðir eru á veggirnar sum prýði.

Tá normannar í 1084 herjaðu í Róm, varð nógv lagt í oyði, og Klæmintskirkja slapp ikki undan teirra meinsókni. Tað var bara tað, at hon ikki heilt fór í sor og dunga. Skaðar eftir jarðskjálvta kundu bøtast aftur, men móti normannum formáddu rómverjar sær lítið.

Aftur varð leitað til gomul ráð – sum rómverjum vant. Teir rivu tekjuna niður og fyltu grót í gomlu kirkjutoftina. Nýggj Klæmintskirkja varð bygd omaná – við teirri gomlu sum fyrimynd.

Farvegur av bústaði

Fornfrøðiligi útgrevsturin í Klæmintskirkju var trupul. Grivið varð út við hond, og tað var ikki bara at bera tonsatals múrsteinsbrot burtur. Stúttur og skorður máttu setast í tømdu toftirnar, undir gólvið í kirkjuni, so at ikki alt skuldi sjúnka.

Grótfyllan hevði hildið gólvinum uppi. Mullooly og de Rossi múraðu ein heilan ‘skóg’ av tigulstúttum upp, og tær fylla í dag høvuðsskipið í kirkjuni frá fjórðu øld.

Í 1912 helt ein annar dominikanari, Louis Nolan, fram við arbeiðinum. Størsti trupulleiki hansara var ein stórur hylur, har vatnið stóð tveir metrar upp í niðastu toftini. Hann sá ikki, hvaðan vatnið rann; tað seyraði bara út millum grótfylluna. Og har rennur framvegis vatn. Gitt verður, at tað vellir út úr einari keldu undir jørð, ella eini ókendari vatnveiting (akvadukt), sum fólk í gamla Róm fingu drekkivatn úr. Men tað eydnaðist Nolan at veita vatnið burtur úr toftini við at grava ein tunnil út í gomlu búrennuna, ‘cloaca maxima’, ið rennur fram við Colosseum. Hesin vatntunnil er nakrar metrar undir gólvinum í niðastu toftini, og leivdir, ið funnar vórðu undir grevstrinum, kundu bent á, at har hevur verið bústaður áðrenn stóra eldsbrunan í Róm ár 64 e.Kr.

Tvey hús eru grivin fram í hesi niðastu flónni. Umframt fyrsta kristna bønhúsið eini sethús. Og framvegis er ikki greitt, hvat bønhúsið hevur verið nýtt til, áðrenn Klæmint saman við trúarfeløgum sínum leitaði sær hagar til gudstænastu.

Hetta lítla kapellið er bygt eftir mikla eldsbrunan í 64. Tað sæst m.a. av, at skot er millum bæði húsini. Hetta var kravt fyri at avmarka vandan fyri eldskaða, um tílík ólukka skuldi endurtikið seg.

Tveir átrúnaðir lið um lið

Húsið er skilað sundur í momg smá rúm – hevur tjúkkar múrar, men ongar gluggar. Og múrarnir tala. Teir siga okkum, hvør samfelagsstætt her hevur verið. Húsið er bygt av stórum royðugróti meðan grannahúsið er bygt av vanligum tigulsteinum.

Her hava fleiri húski búleikað, men síðst í aðru øld hevur húsið verið halgidómur hjá mithratilbiðjarum. Mithra var aðalgudur hjá persum, men eisini høgt í metum hjá rómverskum hermonnum. Tveir ólíkir halgidómar hava so statt húsast dyr um dyr. Tey kristnu møttust í loynd í øðrum húsinum, meðan ungir hermenn dyrkaðu teirra gud í hinum húsinum.

Tvey hundrað ár eftir at Clemens pávi var deyður, kundu tey kristnu tæna Harranum í friði og náðum. Hjúklað varð mikið um minni frá teirri tíðini, tá tey kristnu vórðu jagstrað og pínd. Samkomustøð teirra fyrstu kristnu vórðu varðveitt. Gamla tigulhúsið var eitt av hesum, og síðst í fjórðu øld varð tað bygt um til eina veruliga kirkju.

Her hendi tað, sum týski rómverskkatólski biskupurin Johannes von Euch (1834-1922) yrkir (í týðing Mikkjals á Ryggi):

Á halgan botn eitt hús er sett,

tess grundarstein á sannleiks klett

vár Jesus sjálvur hevur lagt,

og sigra skal tað sátans makt.

Kristindómurin fær fótafesti

Í árinum 395 varð tað brádliga bara kristindómurin, ið varð loyvdur sum átrúnaður. Gomul gudatrúgv – eitt nú mithradyrkanin – varð forbjóðað, og prestarnir í San Clemente tóku gamla grannahúsið.

Tann niðasta hæddin varð fylt upp, og í teimum rúmum, Mithra hevði verið tilbiðin, løgdu prestarnir nú grund undir ‘apsis’ (hálvkringluta eysturgalvsatbygningin) til ta kirkju, sum farið varð undir at byggja fá ár undan. Týdningurin, ið kristindómurin fekk – í mekt og mæti – lesist í ymsu brigdunum í bygningsverkinum og skreytbúnum í San Clemente. Stórt varð tikið til, tá kirkjan varð bygd.

Tann nýggja kirkjan, ið seinni varð bygd – í tólvtu øld – var kortini ikki so prýðilig sum tann fyrra úr fjórðu øld.

Ein av útmúrunum varð í fyrsta umfari bygdur á nakrar súlur og annar á ein av gomlu innmúrunum. Loftið var vanligt bjálkaloft. Haraftrat varð bygt tað kleystrið, sum munkarnir enn eru í, og ein garður kring um kirkjuna.

Ikki fyrr enn í átjandu øld varð kirkjan víðkað til gomlu útmúrarnar. Tað hendi um somu tíð sum kirkjan fekk hválv, dýrt og prangandi við gyltum skurðprýði.

Pávin vildi vísa sína og kirkjunnar mekt og mæti.

---

Verndarmaður við vetri og veðurlambi

Við akkerinum sum merki er Sankta Klæmint vorðin verndarmaður hjá sjómonnum. Í nógvum havnarbýum eru kirkjur vígdar honum: Í London Saint Clement Danes og í Aarhus verður dómkirkjan longu í 1195 nevnd Sankt Clements Kirke.

Klæmintsmessa hevur verið hildin tíðliga í kristnu tíðini í Norðurlondum. M.a. sigur Anton Degn frá, at í kristnirætti Jóns erkibiskups Reyða, sum allur var galdandi frá 1277 til trúbótina, finnast høgtíðir, og millum teirra er so eisini klæmintsmessa (23/11). Eftir trúbótina verður hon eisini nevnd í kalendarum og álmanakkum og sálmabókum.

Tann gamla, upprunaliga norðurlendska og eisini germanska sundurbýtingin av árinum var í tvey – vetrarhálvárið og summarhálvárið. Men seinni verður árið skift sundur í fýra partar: vetur og vár, summar og heyst. Báðar hesar sundurbýtingarnar eru at finna í álmanakkanum hjá okkum, soleiðis, at vetrarhálvárið byrjar 14. oktober – á veturnáttum – men fyrsti vetrardagur er á klæmintsmessu, 23. november. Tá byrjar vetrarfjórðingsárið.

Hetta at vetrarfjórðingsárið byrjar og 23. november er fyrsti vetrardagur, er eldri enn tann kristna tíðarrokningin og tað kristna klæmintsmessuhaldið. Í heidnari tíð í Norðurlondum og hjá germanum helt sigling uppat fyri veturin um hesa tíðina. Hetta hevur kanska eisini gjørt sítt til, at Klæmint varð væl umtóktur sum halgimenni, av tí at akkerið var hansara merki, og hann gjørdist verndarmaður sjómanna.

Klæmintsmessa hevur í føroyska álmanakkanum eitt navn aftrat: veðurlambsmessa. Tað er ivaleyst gamalt í Føroyum og hevur, sum navnið sigur, við seyðahaldið at gera. Viðvíkjandi veðurlambsmessu kann vera lagt aftrat: Tað, sum er hongt upp av skurðinum, t.d. á veturnáttum, er gott at eta sum ræst á veðurlambsmessu.

 

(Kelda: Axel Tórgarð. Dagar og nøvn í álmanakkanum)

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður