Foreldrini gevast ikki so

2016-05-11 10:54 Author image
Dimma

Foreldrini at børnum í Sankta Frans skúla gevast ikki á hondum, hóast kommunan hevur svarað, at tað verður av ongum at hava framhaldsdeild í gamla nonnuskúlanum.

Nú hava foreldraumboðini bjóðað býráðslimum og øllum foreldrum og avvarðandi til ein pallborðsfund tann 17. mai kl. 19 í fimleikahøllini í Sankta Frans skúla.

Ynskið um eina framhaldsdeild í Sankta Frans skúla er gamalt og gongur heilt aftur í tíðina, tá ið nonnurnar ráddu fyri borgum. Skúlin hevur altíð bara havt flokkar upp í 7. flokk, og tá ið næmingarnir eru komnir í fermingaraldur, eru teir fluttir í hinar skúlarnar í býnum at ganga á framhaldsdeild. Tað halda foreldrini ikki er gott fyri øll.

- Summi børn trívast og mennast væl í størri eindum og skiftandi umhvørvi – men ikki øll børn hava best av hesum og fyri summi børn er hetta beinleiðis skaðiligt fyri bæði menning, læring og trivnað, sigur foreldrabólkurin.

Tey skjóta upp at gera eina royndarskipan við framhaldsdeild á Sankta Frans skúla, sum eitt alternativ til stórar eindir, so at Tórshavnar kommuna á hendan hátt kann bjóða øllum børnum tað skúlatilboð, sum er best fyri tey.

Tórshavnar kommuna hevur longu eina ferð boðað frá, at ynski um eina framhaldsdeild verður ikki gingin á møti. Men foreldrini gevast ikki so og gera enn eina roynd – nú við at bjóða býráðspolitikarum á pallborðsfund.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður