Skitið sápukríggj skal í rættin í september

2016-06-24 14:37 Author image
Sigmund Vang

Og stríðið millum Kemilux og Sapolux snýr seg í síðsta enda um yvirhøvur at yvirliva sum fyritøka og kanska enntá um makrel-milliardir, sum tryggja, at ein stórur biti av marknaðinum verður gloyptur í einum

Um tær ikki hóvar luktin í bakarínum, er kanska tíð upp á at fremja eina høvuðsreingerð ella finna eitt annað bakarí. Og tað er júst tað, sum er hent millum Kemilux og nýggja felagið Sapolux, sum byggir á gamla felagið Rent Miljø-Kemilux aps, ið varð stovnað í 1991. Partarnir eru farnir hvør til sítt, ella rætt skal vera rætt: Gamla felagið Rent Miljø hevur broytt navn til Sapolux og er sjálvt farið at framleiða vørur, sum felagið nú selur ístaðin fyri tær vørur, sum tað fyrr seldi fyri Kemilux. Tað vil siga, at samstarvið millum Kemilux og Rent Miljø-Kemilux aps, ið varð fingið í lag í 1991, er farið fyri bakka, og Rent Miljø við nýggja navninum Sapolux er komið á marknaðin ístaðin.

Almenni tónin er ikki so skitin enn, men trætan um, hvør ið eigur rættin til hvat, er júst byrjað, so tónin fer at harðna komandi tíðina, tí um tveir og ein hálvan mánað skulu partarnir hittast í rættinum.


Lesið meira í blaðnum Dimmalætting, sum kom í handlarnar fríggjadagin 24. Juni.

 

placeholder

Meira langlesnaður