Søguligur dagur á Vága Floghavn

2017-03-26 13:42 Author image
Dimma

Vága Floghavn fegnast um, at tað nú hevur eydnast at fáa kapping í lag aftur á Føroyaleiðini millum Keypmannahavn og Vágar, eftir at kapping ikki hevur verið síðan 2006.

Felagið væntar, at kappingin fer at gagna brúkaranum, og tryggja eina enn betur tænastu, betri treytir og enn betri prísir til Keypmannahavnar og víðari út í heim hjá teimum, sum hava tørv á tí.

- Tað er ikki nøkur loyna at leiðslan í Vága Floghavn síðan 2012 hevur arbeitt miðvíst við at fáa fleiri feløg til at flúgva uppá Føroyar. Vit meta at marknaðurin er stórur nokk til fleiri flogfelaøg at kappast og vit arbeiða víðari við at fáa enn betur beinleiðis flogsamband ímillum Føroyar og Europa, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður