SAS stingur í sekkin týsdag og mikudag

Mynd: Shutterstock.com

SAS stingur í sekkin týsdag og mikudag

2017-08-11 12:18 Author image
Leif Láadal

Hóast SAS boðaði frá, tá felagið søkti um loyvi at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn, at tað vildi flúgva dagliga alt árið, er ætlanin at taka tveir dagar burturúr ferðaætlanini í vetur. Spurningurin er tó, um hendan avgerð kann koma at kosta felagnum loyvi at flúgva. Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum varðar av samferðslu, er nevniliga als ikki glaður um tað, sum hann hevur hoyrt.

Tað ljóðaði alt so ljósareytt, tá SAS søkti um loyvi at flúgva millum Føroyar og Danmark. Í umsókn síni segði felagið seg vilja røkja flúgvingina dagliga alt árið. Orsøkin til, at føroysku myndugleikarnir kundu taka undir við umsóknini, sum endaliga varð góðkend av danska loftferðslustýrinum, var júst tí, at felagið ikki hevði ætlanir um bara at flúgva, tá eftirspurningurin var størstur.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, er tí skelkaður, nú hann hevur frætt, at SAS ikki ætlar sær at flúgva týsdagar og mikudagar í vetur, og hann sigur, at slík avgerð saktans kann hava við sær, at hann sum ovasti politiski myndugleiki í Føroyum, fer at mæla loftferðslustýrinum í Danmark frá at leingja flúgviloyvið hjá skandinaviska flogfelagnum. Slík loyvi skulu endurnýggjast hálvárliga, og nýtt loyvi skal tí latast ein av komandi døgunum. SAS byrjaði at flúgva upp á Føroyar í mars í ár.

- Um niðurstøðan hjá okkum verður, at vit ikki meta, at SAS livir upp til sínar skyldur í mun til tað, sum varð sagt, tá felagið søkti um loyvi at flúgva, so fara vit at mæla til, at felagið missir loyvi at flúgva, sigur Poul Michelsen avgjørdur.

Lesið meira í blaðnum, sum er komið í sølubúðirnar

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður