Nýggjur sáttmáli fyri Strandfaraskipini

2017-03-30 14:06 Author image
Sigmund Vang

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálaráðið hava góðkent uppskotið frá Semingsstovninum, og semja er gjørd um nýggjan 1. ára sáttmála, galdandi fyri navigatørar við Strandfaraskipum Landsins, frá 1. okt. 2016 til 1. okt. 2017.

Tað upplýsa partarnir í skrivi sent miðlunum.

Sáttmálin tekur støði í sama karmi, sum onnur alment lønt hava fingið í umrødda tíðarskeiði. Lønin hækkar 0,55 % og eftirlønin hækkar upp í 11,0 %.

Innroknað er ein kompensatión fyri tann munin, sum var í 3 ára sáttmálanum, sum var galdandi í tíðarskeiðinum frammanundan.

Umframt hetta eru broytingar og tillagingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður