Stjórin: Sáttmálin hevur eitt virði upp á fleiri milliónir

2017-02-02 14:22 Author image
Sigmund Vang

Mikudagin avtalaðu Klaksvíkar Sleipistøð og Faroe Origin, at skipini Heykur, Falkur, Stelkur og Bakur skulu umvælast í Klaksvík seinni í ár. Talan er bæði um 10 og 15 ára klassing. Hini bæði skipini hjá Faroe Origin, Rókur og Lerkur, vórðu umvæld á Klaksvíkar Sleipistøð í 2015.

Millum annað skulu allir høvuðs- og ljósmotorarnir yvirhálast, og botnsýn skal gerast. Ymiskt sandblásingar- og málaraarbeiði, mekaniskt arbeiði og el-arbeiði skal eisini gerast umborð, upplýsir Klaksvíkar Sleipistøð. Fyrstu skipini verða umvæld beint eftir páskir, meðan byrjað verður upp á tey seinnu um hálvan august. Væntandi tekur tað umleið tríggjar til fýra vikur at klassa hvørt skipið. Rankin fer á skift at partrola fyri tað skipið, ið er á beding.

Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, fegnast um, at hesin sáttmálin er komin í hús.

– Vit eru sera glaðir fyri at hava fingið hendan sáttmálan. Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Faroe Origin, og vit eru fegnir um, at hetta samstarvið heldur fram. Sáttmálin hevur eitt virði á fleiri milliónir, og tað gevur fyritøkuni ein sunnan grundrakstur, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður