Sáttmáli um jarðhita á Glasi undirskrivaður

Mynd: Landsverk

Sáttmáli um jarðhita á Glasi undirskrivaður

2017-12-12 15:43 Author image
Leif Láadal

Í dag skrivaðu Landsverk og Demich undir sáttmála um uppseting av jarðhitaskipan á Glasi, sum eftir ætlan fer at standa fyri umleið helminginum av hitaveitingini til skúlan. Tað upplýsir Landsverk á heimasíðu víni.

Tað verður partafelagið Demich, sum fer at gera higartil størstu jarðhitaskipan í Føroyum, nevniliga tann á nýggja miðnámsskúlanum í Havn, Glasir.

Sáttmálin fyri hesa arbeiðstøkuna ljóðar á slakar 4,7 mió. krónur.

Demich hevur júst útvegað sær eina nýggja maskinu, ið kann bora niður á 300 metrar dýpi í sambandi við at leiða jarðhita upp til anleggið, sum fer at nøkta umleið helmingin av hitaorkutørvinum á Glasi.

Eftir ætlan skulu borast 22 hol niður á umleið 300 metrar, sum verða veitingargrundarlagið undir jarðhitaskipanini á nýggja skúlanum.

Kelda og lesið meira HER

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður