Eina viku seinkað

2017-03-19 09:38 Author image
Sigmund Vang

Eftir at eldur gjørdi skaða á útgerð á brennistøðini á Hjalla leygardagin 4. mars, hevur endunýtlan á brennistøðini verið stongd fyri almenninginum, meðan hon hevur verið umvæld. Mett varð, at endurnýtslan kundi takast aftur í nýtslu aftur 20. mars, men nú vísir tað seg, at umvælingin er meira umfatandi, enn roknað varð við í fyrstani. Tí boðar Tórshavnar kommuna frá, at endurnýtlslan á brennistøðini eftir ætlan letur upp aftur mánadagin 27. mars.

Matvøruhandlar og matvøruvirki við løggilding eru tey einastu, sum hava kunnað latið rusk inn, meðan umvælingin er farin fram.

Frá Endurnýtsluni verður sagt, at tey heita á fólk um ikki at koma í einum trunka, tá ið endurnýtslan letur uppaftur. Góð 750 tons hópa seg upp hjá fólki hesar tríggjar vikurnar, nú fólk umvæla brennistøðina. Tí er tað skilagott at vera tolin, so øll hesi tonsini ikki verða koyrd á endurnýtsluna beinanvegin, verður sagt.

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður