Seks løgreglumenn skotnir

2016-07-18 10:50 Author image
Jákup Højgaard

Blóðugta summarið millum løgregluna og litt fólk í USA heldur fram. Sunnumorgunin varð løgreglan í Baton Rouge ringd upp um, at ein vápnaður maður gekk framvið Airline Highway í útjaðaranum av býnum. Løgreglumenn vórðu sendir á staðið har ein skotbardagi síðani brast á, millum brotsmenn og løgregluna. 

Tá bardagin var av, vóru tríggir løgreglumenn og ein gerðningsmaður dripnir og tríggir aðrir løgreglumenn vóru fluttir á sjúkrahúsið, ein av teimum í hættisligari støðu, skrivar BBC. 

Løgreglan í Baton Rouge sóknaðist í fyrstu syftu eftir fleiri brotsmonnum, men hevur nú staðfest, at brotsmaðurin var einsamallur. 

Brotsmaðurin var 29 ára gamli Gavin Long, ein fyrrverandi herflotaveteranur úr Kansas City, Missouri. Hann hevur leingi verið aktivur á sosialu miðlunum og funnist at viðferðini av littum amerikanarum av løgregluni. Hann eggjaði øðrum littum monnum til at taka sakina í egnar hendur og ofra seg fyri sína rasu. “Tit mugu berjast aftur!”, sigur hann í eitt av sínum mongu filmsbrotum.

Fyrr í mánaðinum vórðu fimm løgreglumenn skotnir og dripnir í Dallas, Texas. Tað hendi við eina mótmælisgongu í samband við, at tveir littir menn vórðu dripnir av amerikonsku løgregluni. Ein hesum báðum varð skotin í Baton Rouge og álopið sunnumorgunin er meint at hava verið ein hevndaratsókn. 

    

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður