Seks nýggj Team Rynkebylið í 2017

2016-05-27 19:30 Author image
Sigmund Vang

Leiðslan hjá Team Rynkeby súkkluliðunum hevur tikið avgerð um, at seks nýggj lið vera við komandi ár. Tað merkir, at 200 súkklarar afturat fáa kjansin at samla pening inn til bardagarn ímóti krabbameini og súkkla til París. Samlað fara 1750 súkklarar og 450 hjálparfólk at vera partur av hjálpararbeiðinum hjá Team Rynkeby í 2017.


Eitt føroyskt lið

Einki av teimum nýggju súkkluliðunum verður í Danmark ella Føroyum. Tvey nýggj lið verða stovnað í Svøríki, tvey í Finlandi, eitt í Norra og eitt í Íslandi. Hetta er fyrsta liðið í Íslandi.

Leiðslan í Danmark metir, at tey 18 liðini har, er nóg mikið í løtuni. Hesi fingu í fjør stuðul frá ikki færri enn 4000 sponsorum. Í Føroyum verður eisini mett, at eitt lið er passaligt, tá hugsað verður um innsavning og sponsorar.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður