Besti nýggi bólkurin verður funnin leygarkvøldið

2016-05-20 08:24 Author image
Dimma

Nú bresta sjey finalistar saman at kappast um, hvør er tann besti nýggi bólkurin.

Hálvfinalurnar í Sement vóru seinasta vikuskiftið, og í leygarkvøldið verður finalan, har sjey nýggir bólkar fara at kýta seg fyri dómarunum.  Fyrireikararnir siga, at hetta sær út til at gerast ein av sterkastu finalunum í kappingini Sement higartil.

Gø og Iron Lungs, ið endaðu á næstfremsta og triðfremsta plássi í finaluni í fjør, eru aftur við hesaferð, og skuldu tí á papírinum verið greiðir favorittar, men fleiri aðrir bólkar og solistar, ið veruliga hava gjørt um seg seinasta árið eru tó klárir at geva teimum skarpan gang. Eitt nú Bluesette, Lea Kampmann og Yóhanna, eins og Benjamin Rajani og BBiW vístu sera góðar dygdir í undanumførunum.

Semifinalurnar vóru síðsta vikuskiftið, og finalan verður altso nú leygarkvøldið 21. mai kl. 20 á Reinasarínum í Havn. 

placeholder

Meira langlesnaður