Unga kvinnan send til Danmarkar

2016-07-03 16:12 Author image
Sigmund Vang

Á árliga degnum fyri teimum, sum eru komin til skaða í ferðsluni, hendi tíverri eitt óvusligt ferðsluóhapp í Trongisvági í morgun.

Ein 19 ára gomul kvinna rendi somikið hart inn í ein garð miðskeiðis í býnum stutt fyri klokkan átta, at neyðugt varð at skera hana leysa. Hon fekk somikið stórar skaðar av samanbrestinum, at hon í fyrstu syftu varð flogin við tyrlu á Landssjúkrahúsið, men tað vísti seg, at skaðin var so álvarsligur, at neyðugt bleiv at senda hana við flogfari niður til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið, upplýsir vakthavandi á politistøðini fyri dimma.fo.

Støðan hjá gentuni er álvarslig.

Lesið eisini: 19 ára gomul genta fyri álvarsligum ferðsluóhappi í Suðuroy

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður