Sendistovur høvdu framløgu um virksemi

2017-03-21 08:33 Author image
Sigmund Vang

Í sambandi við, at føroysku sendifólkini eru í Føroyum, varð skipað fyri einum tiltaki í farnu viku, har vinnan í Føroyum fekk høvi at hitta sendifólkini. Sendifólkini løgdu fram, hvat sendistovurnar arbeiða við. Føroyar hava sendistovu í Íslandi, Danmark, Bretlandi, ES og í Russlandi. Tað skrivar Arbeiðsgevarafelag Føroya á heimasíðu síni.

Somuleiðis kunnaðu sendifólkini um møguleikarnar, sum vinnan hevur at brúka tær tænastur, sum sendistovurnar veita. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu ítøkiligu umstøðurnar á sendistovunum eru, men sendistovurnar í Íslandi og Danmark hava til dømis góðar møguleikar at hýsa fundum ímóti gjaldi.

Sendistovurnar átaka sær eisini at kanna og greina ítøkilig mál vegna vinnufyritøkur og hjálpa til at fáa sambond í lag. Millum annað hevur føroyska sendistovan í London góð sambond við ymisk handilskømur, sum kunnu vera hent, tá samband skal skapast millum føroyskar og bretskar fyritøkur, verður sagt.

Vinnufyritøkur kunnu altíð venda sær til sendistovurnar við spurningum. Upplýsingar um sendistovurnar eru á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum

  

  

 

placeholder

Meira langlesnaður