Sendiharrin kemur 26. juli

2016-07-12 11:20 Author image
Jákup Højgaard

26. juli kemur amerikanski sendiharrin í Danmark Rufus Gifford til Føroyar. Poul Michelsen, Landstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, verður vertur fyri vitjanini, skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi. 

Á vitjanini fer sendiharrin at hava fundir við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýrismannin í fiskivinnumálum og Ríkisumboðið. Evni á fundunum verða ymisk mál av felags áhuga millum Føroyar og amerikanska samveldið, herundir handils- og vinnusamstarv.

Sendiharrin fer eisini at luttaka á ymsum tiltøkum í sambandi við ólavsøkuna, eitt nú fer hann at seta og luttaka í Faroe Pride skrúðgonguni tann 27. juli.

Maður Rufus Giffor, Stephen DeVincent verður við honum á ferðini. Rufus Gifford hevur gjørt nógv vart við seg, tí at hann hevur verið aktivur í LGBT-stríðnum og er millum fleiri av sendiharrunum hjá amerikanska forsetanum Barack Obama, ið eru samkyndir.

  

placeholder

Meira langlesnaður