Sendistovan flytur

2016-08-08 07:13 Author image
Simona Midjord

Síðani lýsingafyritøkan Sendistovan sá dagsins ljós í 2007, hevur fyritøkan hildið til úti í Grønlandi, men nú verður flutt í meira nútíðarhóskandi hølir, sigur fyritøkan í tíðindaskrivi.

Talan er um høli í Stiðjagøtu 5, har Formula fyrr helt til.

"Hetta gevur okkum og okkara virksemi nýggjar møguleikar at mennast og vaksa í. Bara til skeltaframleiðsluna er hetta eitt risaframstig," sigur nevndarformaðurin Christian Nagata í tíðindaskrivinum.

Tjúgu fólk starvast á Sendistovuni.

placeholder

Meira langlesnaður