Sera friðarligt fríggjakvøld

Savnsmynd

Sera friðarligt fríggjakvøld

2017-09-16 09:03 Author image
Turið Nolsøe

Løgreglan segði í morgun frá eini sera friðarligari byrjan á vikuskifti. Undanfarna kvøld og í nátt vóru ikki nógvar fráboðanir til løgregluna. Vakthavandi metti heldur ikki, at nógv fólk høvdu verið í býnum, og har hevði eingin ófriður verið.

Tó vóru tvær fráboðanir um ákoyrdan seyð. Annar tilburðurin var í Hósvík, og hin á Oyggjarvegnum. Báðir tilburðir vóru fráboðaðir løgregluni um áttatíðina.

Friðarliga fríggjakvøldið merkti, at løgreglan hevði stundir til at koyra runt og hyggja seg um, og soleiðis arbeiða fyribyrgjandi. Fleiri fráboðanir um innbrot hava verið seinastu tíðina, hóast eingin fráboðan er komin í nátt.

placeholder

Meira langlesnaður