Serfrøðingur: Góður kjansur fyri at Eik-leiðslan eisini verður frídømd

Savnsmynd

Serfrøðingur: Góður kjansur fyri at Eik-leiðslan eisini verður frídømd

2017-11-19 18:25 Author image
Leif Láadal

Higartil eru tríggir dómar av átta málum í danska ríkinum feldir í sakarmálum millum Fíggjarligt støðufesti og fyrrverandi leiðslur, nevndarlimir og granskoðan hjá kollsigldum bankum. Bert í einum føri fekk Fíggjarligt støðufesti eitt sindur burturúr. Søren Bergenser, hægstirættarsakførari og serkønur í bankaviðurskiftum, sigur við Dimmalætting, at tað ikki er óhugsandi, at tey bæði Eik-sakarmálini eisini enda við eini frídøming av leiðslu og grannskoðan.

Eftir tríggjar avgerðir, so byrjar altso eitt mynstur at hómast, heldur Søren Bergenser, hægstirættarsakførari og serkønur í bankaviðurskiftum. Hann sigur við Dimmalætting, at sakarmálini ímóti fyrrverandi Eik-leiðslunum og grannskoðan ikki eru nógv øðrvísi enn tær sakir, sum higartil eru avgjørdar.

– Teir tríggir dómarnir, sum vit higartil hava sæð, fara tí at hava ávirkan á, hvussu endaliga útfallið í Eik-málunum verður, metir Søren Bergenser, sum ikki heldur, at Fíggjarligt støðfesti hevur broytt mannagongd nakað serligt, sjálvt um tað tykist vera torført at fáa viðhald í rættinum.

– Nógv bendir tí á, at sakarmálini ímóti fyrrverandi Eik fara at halda fram eftir tí leisti, sum varð lagdur frammanundan, og tað merkir so, at tað bestemt ikki kann útihýsast, at fyrrverandi leiðslurnar í Eik og grannskoðararnir fara at verða fríkendir, eins og vit sóu í Roskilde-sakini fyri einari góðari viku síðani, sigur Søren Bergenser.


Dimma+ haldarar kunnu lesa longri grein um evnið HER

 

 

Meira langlesnaður