Nýggjur serlækni í almennum medisini

2016-09-10 14:22 Author image
Sigmund Vang

Elsubeth Fossádal er júst vorðin liðug við útbúgving sína sum serlækni í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni.
Elsubeth hevur tikið fimm ára serlæknaútbúgvingina á Landssjúkrahúsinum og hjá Kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í læknaviðtalini í Miðlon í Tórshavn, hjá ávikavist Kára Jacobsen og Katrin Danielsen.

Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni.

Elsubeth starvast í løtuni á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.


Kelda og lesið meira: Ls.fo

 

placeholder

Meira langlesnaður