Serstakt UFO-skýggj vitjaði. Men hvussu eitur tað?

2016-06-04 13:47 Author image
Sigmund Vang

Talan er um eitt lentikularis-skýggj (Altocumulus lenticularis) ella linsuskýggj. Lentikularis merkir linsuskýggj á látíni, og skíggið hevur tí hesi bæði nøvnini.

Tað er ikki so ofta, at hesi serligu skýggj síggjast so klárt í Føroyum, tó at tey ikki eru heilt óvanlig.

Sambært yr.no, so taka skýggini seg up, tá fitt av heitari luft samlast høgt uppi. Vindur av landi ger, at luftin fær eina aldurøslu, og á hesum ”alduryggi” kølnar heita luftin og formar linsuskýggið.

Oftast líkjast lisuskýggini, ja einari linsu. Tey eru fløt og breið, men av og á líkjast tey meira einari UFO, sum her á myndini, sum Dánjal Højgaard tók seinnapartin fríggjadagin 3. juni.

Kelda: yr.no

Wikipedia skrivar soleiðis um hesi skýggj. Lesið HER

Á niðaru myndini sæst Hóri, sonur Ebbu og Dánjal (myndamannin), við einari góðari bók undir "PH-lampu-skýggini".

placeholder

Meira langlesnaður