Brúgvin flýtur 20 metrar undir havfløtuni

2016-07-28 12:36 Author image
Sigmund Vang

Fyri at stytta leiðina frá Kristiansand til Tróndheim niður í eina lítla helvt, skulu ikki færri enn átta brýr byggjast. Sum er, tekur tað einar 20 tímar at koyra teinin í bili, men í 2035 skulu brýrnar tryggja, at túrurin skal kunna koyrast upp á einar 13 tímar.

Serstaka brúgvin um Bjarnafjørðin verður gjørd á tann hátt, at tvey stór long rør (1,2 kilometrar) fara at flóta millum 20 og 30 metrar undir havfløtuni. Tvær koyribreytir verða í hvørjum røri.

Samlað kemur brúgvaætlanin millum Kristiansand til Tróndheim at kosta 170 milliardir krónur (DK).

 

placeholder

Meira langlesnaður