Vilja hava etiskt kjak um grindadráp

2016-08-03 09:16 Author image
Dimma

Næstu dagarnar verður høvið til at hava ein dialog um etiskar spurningar í sambandi við grindadráp. Rúni Nielsen og Marna Frida Olsen fara at sýna dokumentarfilmin Grindahvalur og aftaná verður bjóðað til sakligt kjak, har tey millum annað fara at umrøða “positiv alternativ til hendan gamla siðin”, sum tey taka til.

Grindahvalur er ein flottur og upplýsandi dokumentarfilmur, 30 minuttir langur, gjørdur av filmsfólki úr Onglandi í samstarv við føroysk umhvørvisáhugað. Hann varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum í januar, har umleið 300 fólk vóru og hugdu, og eitt gott kjak kom burtur úr. Sir David Attenborough leggur fyri í filminum. Frásøga og undirtekstur er á føroyskum.

At fyrireikararnir vilja hava onnur sjónarmið fram, vísir tíðindaskrivið, sum tey hava sent út. Tey vísa á, at grindadrápið í Hvannasundi seinasta týsdag var ikki uttan trupulleikar. Drápið tók ov langa tíð, mønustingarar boygnaðu, og nakrir hvalir, sum ongantíð vórðu dripnir, svumu í tímavís við tað blógugta vatnið, har familja teirra varð dripin.

- Grindahvalir eru sera sosial djór, ið halda saman gjøgnum bæði gott og ringt, siga fyrireikararnir, sum vilja hava føroyingar at kjakast um etiskar spurningar í sambandi við grindadráp.

Rúni Nielsen


Skráin fyri tiltakið er hendan:

 

Mikudag 3. august

Stað: Listastovan í Miðvági

Tíð: kl. 20:00

 

Hósdag 4. august

Stað: Sirkus í Tórshavn

Tíð: kl. 20:00

 

Leygardag 6. august

Stað: Atlantis Bio í Klaksvík

Tíð: kl. 14:00

 

Mánadag 8. august

Stað: Seglhúsloftið á Tvøroyri

Tíð: kl. 20:00 Pál Weihe verður at svara spurningum um heilsuárin av grind og spik

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður