Setrið: Kvinnurnar í stórum meiriluta

2016-07-06 12:39 Author image
Jógvan Samuelsen

Tveir triðingar av teimum, sum hava søkt um upptøku á bachelor og hjánámi á Setrinum, eru kvinnur.

Tað vísir ein uppteljing, sum fyrisitingin á Fróðskaparsetrinum hevur gjørt, nú freistin at søkja um upptøku til næsta skúlaár er farin afturum.

Samanlagt, tá eru masterútbúgvingarnar taldar við, hava 563 fólk søkt, av teimum hava 472 søkt inn á bachelorútbúgvingarnar og hjánám.

Av teimum eru 302 kvinnur og 170 menn.

Hetta svarar til at 64 prosent av teimum lesandi eru kvinnur og 36 prosent.

Samanborið við skaran av lesandi í Danmark, eru tað lutfalsliga fleiri lesandi kvinnur í Føroyum. Donsku hagtølini vísa, at tað í fjør og fyrraárið vóru góð 57 prosent av umsøkjarunum kvinnur.

Soleiðis hevur verið í longri tíð, men munurin er minkaður nakað seinastu árini.

Hagtølini hjá danska kenslumálaráðnum ganga aftur til 1996, og tá var kynsbýtið 60-40.

Aftur hesaferð eru lærara-, sjúkrarøktarfrøði- og námsfrøðingaútbúgvingin, sum eru toppskorarar við ávikavist 91, 90 og 58 umsóknum. KT-verkfrøði er eisini ein væl dámd útbúgving, tí har hava 50 næmingar søkt.

Eitt áhugavert við listanum hesaferð er, at 49 næmingar hava søkt um sleppa at lesa búskaparfrøði. Tað er ein av nýggju útbúgvingunum í ár, og tí má sigast at tað er serliga hugaligt hjá fyrireikarunum at síggja, at undirtøkan er so stór.

Til samanberingar kann sigast, at 19 fólk hava søkt um at sleppa at lesa sosialvísindi og samfelagsplanlegging og 11 hava søkt um at sleppa at lesa stjórnmálafrøði, ella politikk og umsiting, sum tað eitur.

Nágreiniliga býtið sæst niðanfyri:

 

 

placeholder

Meira langlesnaður