Setrið setur met: Fingið 563 umsóknir

2016-07-06 09:25 Author image
Jógvan Samuelsen

Áhugin at ganga á Setrinum økist alsamt.

Tað hevur verið greitt árini frammanundan, og nú freistin at søkja um upptøku til næsta skúlaár er farin, vísir tað seg enn einaferð. Og hesaferð er undirtøkan so stór, sum hon ongantíð hevur verið áður.

Samlaða talið er 563 umsóknir, og tað eru 184 fleiri enn í fjør, skrivar Setrið í kunningarskrivi fyrrapartin.

Seinastu árini hevur Setrið arbeitt við at menna nýggjar útbúgvingar, og tí leggjast tríggjar útbúgvingar afturat listanum í ár. Tær eru hjánám í støddfrøði, bachelor í búskaparfrøði og master í heilsu.

Samanlagt hava 101 umsøkjarar søkt um upptøku til hesar tríggjar útbúgvingarnar.

Fyrisitingin hjá Fróðskaparsetrinum fer nú at viðgera umsóknirnar, og tey sum hava søkt fáa tann 20. juli at vita, um tey eru upptikin ella ikki.

placeholder

Meira langlesnaður