Endurnýggja Sundsverkið fyri 800 milliónir krónur

2016-05-12 21:12 Author image
Dimma

- Nógv nýggj vinnuvirki eru bygd kring landið, og tá hava vit skyldu at tryggja streymveitingina. Hesum sleppa vit ikki undan, eins og millum annað motorarnir á Sundi mugu skiftast, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Bara íløgan á Sundi fer at kosta SEV 800 milliónir krónur - men nógv skal gerast afturat.

Neyvan nakrantíð áður hevur SEV spent seg so hart fyri sum nú og tey komandi fimm árini. Ein av størstu íløgunum hjá SEV seinastu árini er vindmyllulundin í Húsahaga, men tann íløgan er einki at sammeta við stóru ætlanirnar komandi árini. Vindmyllulundin kostaði 102 milliónir krónur, afturímóti 1,7 milliardum krónum, sum skulu brúkast næstu fimm árini.

Meira í blaðnum og í dimma.fo í morgin.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður