SEV skal brúka 1,7 milliardir krónur yvir fimm ár

2016-05-13 20:00 Author image
Dimma

- Nógv nýggj vinnuvirki eru bygd kring landið, og tá hava vit skyldu at tryggja streymveitingina. Hesum sleppa vit ikki undan, eins og millum annað motorarnir á Sundi mugu skiftast, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Neyvan nakrantíð áður hevur SEV spent seg so hart fyri sum nú og tey komandi fimm árini. Ein av størstu íløgunum hjá SEV seinastu árini er vindmyllulundin í Húsahaga, men tann íløgan er einki at sammeta við stóru ætlanirnar komandi árini. Vindmyllulundin kostaði 102 milliónir krónur, afturímóti 1,7 milliardum krónum, sum skulu brúkast næstu fimm árini.

Gamlir motorar

Størsta einstaka íløgan er útbyggingin av oljurikna verkinum á Sundi, sum fer at kosta 800 milliónir krónur. Íløgan umfatar nýggjar motorar fyri teir gomlu, og í tí sambandi eina heilt nýggja maskinhøll, koplingarstøð og tangahús í gamla grótbrotinum á Sundi.

- Tveir motorar á 12 MW eru frá 1981 og 1983, og liggja nú á markinum fyri hvussu leingi framleiðararnir meta teir kunnu koyra. Hesir eru grundleggjandi fyri veitingartrygdina, og teir mugu vit ikki missa. Longu tá eg byrjaði í starvinum í 2008, tosaðu vit um at skifta motorarnir. Hetta er vorðið útsett, millum annað tí vit máttu byggja út í Suðuroynni fyrst í sambandi við at Varðin Pelagic kom. Men nú kunnu vit ikki bíða meira, sigur Hákun Djurhuus.

Næststørsta íløgan hjá SEV er ein útbygging av netinum upp á 682 milliónir krónur. Tað umfatar millum annað fimm nýggjar koplingsstøðir, sjókaðal til Suðuroyar, battarískipan og stýriskipan – men ein partur er eisini ein nýggjur fyrisitingarbygningur fyri 113 milliónir krónur.

Júst íløgan við bygninginum er ein av teimum, sum SEV møguliga kann dríggja, hóast hølisumstøðurnar ikki eru nøktandi sum er.

- Vit kundu hugsað at selt bygningin, og bygt nýtt. Her hendir jú nógv nýtt í Marknagili, so tað kundi verið ein marknaður. Men henda ætlanin er ikki líka átroðkandi sum fleiri av hinum. Vit royna so at tillaga okkum her vit eru, men tað er ikki besta loysnin, sigur Hákun Djurhuus.

Hita búskapin

Tað hevur verið nógv tosað um eina yvirupphiting av búskapinum, og fer SEV undir milliardaíløguna er tað eisini við til at skumpa undir.

- Vit eru varugir við hetta, og eru eisini í sambandi við myndugleikar og vinnu í hesum sambandi. Vit vit sleppa bara ikki undan størsta partinum av íløgunum, um eftirspurnignurin eftir orku skal nøktast og veitingartrygdin vera í lagi, sigur Hákun Djurhuus.

Millum stóru íløgurnar, sum leggja trýst á Sev, er Pelagos í Fuglafirði, byggingin av virki hjá Bakkafrost í Runavík og smoltstøð í Klaksvík.

Grønt lyfti

Og so kemur alt tað grøna og ynskið um at øll øll orka í 2030 er grøn. Tað krevur útbygging av vindorku. Sambært ársfrágreiðingini hjá SEV skulu 75 milliónir krónur brúkast til íløgur í vindmyllur. SEV fyrireikar millum annað eina íløgur upp á 50 milliónir krónur í Suðuroynni. Hetta er tó ikki ein ætlan sum SEV bara kann gera, tí talan er um útboð, sum SEV má vinna fyri at gera íløguna – tí kannar og fyrireikar SEV seg í løtuni til hetta.

Talan er tó um annað enn bert vind, tí SEV hyggur eisini eftur íløgum í aðrar orkukeldur, millum annað sólorku og sjóvarfall, umframt at ein skipan skal kannast við eini pumpuskipan í Vestmanna, so vatnið frá vatnorkuni kann endurnýtast. Til hetta hevur SEV sett 64 milliónir krónur av.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður