Óvissa um kostnaðin

2016-05-15 22:30 Author image
Dimma

SEV boðaði frá sínum máli um 100 prosent varandi orku á landi í 2030, tá ið vindmyllulundin í Húsahaga varð sett í rakstur 9. oktober 2014. Landsstýrið tók undir við hesum í samgonguskjalinum.

– Grundarlagið undir grønu kósini hjá SEV og Føroya landi er sostatt vorðið sera sterkt. Fortreytin fyri at ganga grønu kósina er við hesum uppfylt, og nú ræður um at leggja alla orku í at halda fram at finna skilabestu tøknifrøðiligu loysnirnar innan varandi orkukeldur í Føroyum, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV, sambært Ársfrágreiðingini 2015.

Grøna kósin hjá SEV er eitt framsøkið mál, og ofta verður spurningurin settur, um hetta yvirhøvur ber til? Terji Nielsen vísir á, at svarið er ikki bara einfalt, men at vit í roynd og veru liggja nógv nærri einum "ja" enn einum "nei".

Men tað fer at krevja nógv annaðenn bara at byggja út. Tað krevur millum annað útbygging og menning av øðrum orkukeldum, men eisini at hugburðurin og tilboðini verða broytt, so orkukrevjandi virki leggja seg meira eftir at brúka orku á náttartíð - tað kann til dømis vera til orkukrevjand frysting.

- Ein annar háttur er at knýta útvaldar nýtslulutir í sokallaðar SmartGrid-skipanir, har t.d. eitt príssignal frá elfelagnum setir í gongd løðinga av elbilinum, hitapumpuna, vaskimaskinuna o.s.fr. Hetta príssignal hevði verið tongt at nøgdini av varandi orku, soleiðis at tá ovmikið er av orku, vildi skipanin roynt at tendrað hitapumpur, løðingar o.a. og eisini steðgað somu eindum, tá ov lítið av varandi orku er í skipanini, sigur Terji Nielsen millum annað.

Hann heldur, at samanumtikið ber til at røkka málinum um 100 prosent grøna elframleiðslu í 2030, tá vit bert hyggja at tøknini og tøknifrøðiligum loysnum.

– Spurningurin um, hvør kostnaðurin verður fyri at røkka málinum, stendur ósvaraður í eina tíð aftrat. Kanningar eru tó í gongd, sum skulu geva okkum eitt betri grundarlag at meta neyvt um tøknifrøðiligar loysnir, íløgur og rakstrarkostnað, upplýsir Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV í Ársfrágreiðingini fyri 2015.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður