Ung skulu læra at seta og virða kynslig mørk

2016-08-03 08:26 Author image
Dimma

- Sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræði hjá tí einstaka.

Tað er boðskapurin í einari lýsingaherferð, sum Amnesty International, Føroya Politi, Fólkaheilsuráðið og Sig frá undir Almannamálaráðnum hesa vikuna.

- Týdningarmikið er at fáa ung at vera tilvitað um at seta egin mørk og at virða mørkini hjá øðrum. Samstundis mugu foreldur og vaksin tora at taka hetta prátið við tey ungu, soleiðis at vit øll tora at tosa um sex og samtykki, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Upplysingarátakið hevur heitið “Sex krevur samtykki”, og átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir vera hongdar upp um landið. Tær verða at síggja við ítróttarøki, busssteðgistøð og onnur støð, har nógv fólk koma.

Á facebook-síðuni Samtykki og á øðrum talgildum miðlum verða stuttir filmar at síggjar, har ungfólk siga frá. Samstundis verður heitt á fólk um at nýta hashtag #samtykki.

placeholder

Meira langlesnaður