Shakespeare í ólavsøku anda

2016-07-13 14:26 Author image
Jákup Højgaard

Á ólavsøku verður møguligt hjá fólkið at síggja Shakespeare í rætta ólavsøku anda. Tað eru tær tríggjar Shakespeare Systranar, Sóley Danielsen, Gunnvá Zachariasen og Kristina Sørensen Ougaard, sum saman við Hans Torgarð sum leikstjóra, hava tikið stig til leikin. 

Leikurin verður ein samantvinna av teimum ellivu føroyskt týddu leikinum hjá Shakespeare, sum fer at taka støði í føroyska áskorðaranum og er tillagaður rætta ólavsøkuandan. Til leikin, sum sambært fyriskiparunum er 50 prosent   genial leiklist og 50 prosent drekkispæl, bjóðar OKKARA eina kalda aftur við. 

Leikurin, Shakespear - Tey Føroysku Verkini, verður sýndur í Perluni frá 27. til 30. juli.

 

Meira langlesnaður