Eitt PR-virði á 200 milliónir

2016-08-31 14:42 Author image
Dimma

Tað vakti ans, tá ið Durita Andreassen frá Visit Faroe Islands í summar fór at gera sína egnu útgávu av Google Street View í Føroyum. Myndatól vóru sett á seyðir, sum gingu sínar dagligu túrar á rásum í fjøllunum og harvið tóku myndir av føroysku náttúruni.

Hetta átakið breiddi seg sum ringar á netinum, og tað hevur verið gull vert fyri føroyska ferðavinnu

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, fegnast um verkætlanina. SheepView360 verður mett at higartil hava havt eitt PR-virði á yvir 200 milliónir krónur, og kann tí roknast sum nógv tað størsta PR átak nakrantíð í Føroyum, upplýsir Visit Faroe Islands.

- Ein fortreyt fyri at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkland er at vit finnast á heimskortinum og tað hevur hendan verkætlan, meira enn nakað, hjálpt okkum við á ein sera príseffektivan hátt, sigur Guðrið Højgaard.

Visit Faroe Islands sigur, at Google hevur fingið áheitanir frá fólkum kring allan heim um at gera Google Street View í Føroyum – og er nú loksins her fyri at hjálpa Duritu við at kortleggja Føroyar. 

Les eisini: Google kemur til Føroya

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sum er partur av verkætlanini, sigur somuleiðis, at SheepView-átakið ger Føroyar sjónligari á heimskortinum.

- SheepView-átakið setur sjóneykuna á Føroyar sum ferðamál og hevur longu skapt sera jalig afturljóð uttanlands. Vit vænta, at hetta fer at hava eina góða ávirkan á ferðavinnuna, sigur Jóhanna á Bergi.

Myndirnar av Duritu Andreassen og seyðunum hava verið í nógvum stórum altjóða miðlum, eitt nú CNN, Guardian og Express, og umrøðan og móttøkan verða mett at hava eitt stórt virði

 

 

placeholder

Meira langlesnaður