Sif Gunnarsdóttir heldur fram

2016-06-03 12:42 Author image
Dimma

Aðalskrivarin í norðurlendska ráðharraráðnum, Dagfinn Høybråten, hevur avgjørt, at stjórin fyri Norðurlandahúsið í Føroyum Sif Gunnarsdóttir heldur fram næstu fýra árini.

Skipanin fyri slík norðurlendsk størv sum estjórastarvið í Norðurlandahúsinum er, at tey vera sett fyri fýra ár. Tó ber til at fáa starvið longt, um báðir partar ynskja tað. Fleiri stjórar í Norðurlandahúsinum hava sitið tvær setur, og tað verður so eisini galdandi fyri Sif Gunnarsdóttir.

Sif Gunnarsdóttir hevur verið stjóri síðan 2012.

Í fráboðan frá norðurlendska ráðharranum verður sagt, har Dagfinn Høybråten er aðalskrivari, at Sif Gunnarsdóttir hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði.

- Sif Gunnarsdóttir hevur ment virksemið hjá Norðurlandahúsinum, serliga tá ið um ræður at náa nýggjar brúkarabólkar, givið húsinum eitt altjóða útsýni, seta fokus á børn og ung, umframt javnstøðuna. Og framum alt dregur stovnurin Norðurlond til Føroya. Virksemið í Norðurlandahúsinum hevur høga dygd, og húsið er umbiðið stað at sýna fram og spæla í.

Sif Gunnarsdóttir verður stjóri fram til 1. januar 2020.

placeholder

Meira langlesnaður