Sigrun sýnir fram á Eiði

2016-05-11 08:22 Author image
Dimma

“Tey byggja land” er heitið á nýggjari framsýning við málningalist, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur í síni egnu arbeiðsstovu á Eiði.

Framsýningin letur upp Hvítusunnudag kl. 15. Opið verður hendan dagin til klokkan 20, og opið verður eisini 2. Hvítusunnudag frá klokkan 15-20.

Myndavavið á framsýningini er bæði stórt og fjølbroytt, lova fyrireikararnar, og íblásturin kemur úr føroysku náttúruni, fólkalívinum og ferðum hennara í Kina.

Tað verður borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, sum setur framsýningina, meðan Niels Midjord og Eilin Hansen fara at framføra tulkingar yvir verk hjá Leonard Cohen.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 og hevur sett djúp spor í føroyska listaheimin. Sigrun hevur verið víða um við sínari list, og er hon umboðað á mongum listasøvnum. Fyri stuttum var hon við á framsýningum í Kina.

Grundstøðið í list Sigrunar er merkt bæði av nýhugsandi og aldargamlari kristnari mentan. Tá ið vit hava sæð myndir hennara, eru tær sum brendar inn á sjónina – og í hugaheimin.

Vit gerast varug við ein annan heim – uttanum okkum, innan í okkum, sum ikki sæst, bert merkist. Vit verða drigin inn í verkini og gloyma okkum sjálv burtur, standa verjuleys, men samstundis væl vard av symbolunum, sum fylla myndaheim Sigrunar, siga fyrireikararnir í tiðindaskrivi um forkunnugu listaframsýningina.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður