Sinnisbati bjóðar time-out

2016-08-09 12:28 Author image
Dimma

- Børn, sum hava sálarsjúk foreldur ella systkin, gerast ótrygg. Tey fáa ofta eina skuldarkenslu og kunnu halda seg vera orsøk til, at hini eru vorðin sjúk.

Soleiðis sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, sum nú hevur skipað ein hjálparfolk fyri børn og ung, ið eru avvarðandi til sálarsjúk. Ætlanin er at skapa eitt frírúm, har børn við líknandi umstøðum kunnu hittast og práta saman.

Ymsastaðni um landið er hongd upp ein plakat við yvirskriftini “Time out”, har børn og ung fáa tilboðið. Súsanna Olsen sigur, at hetta er ein forsømdur bólkur.

- Tað er hart at vera sálarsjúkur, men tað er sanniliga eisini hart at vera avvarðandi. Eitt mynstur er, at tá ein í familjuni verður sálarsjúkur, so sveiggjar tú við, og tað kann vera øgiliga hart at vera í, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

Eitt er, at børnini kenna skuld; tey halda seg vera partur av orsøkini. Tey kenna seg eisini øðrvísi og uttanfyri.

- Børnini kenna ofta skomm. Tey tora til dømis ikki at hava vinir heim við, og tey kunnu eisini vera bangin um, at tey eisini gerast sálarsjúk, sigur Súsanna Olsen.

Endamálið við tiltakinum “Time out” er, at børnini hitta onnur børn, sum er í líknandi støðum, og at tey kunnu stuðla hvørjum øðrum. Bólkurin hittist átta ferðir og verða stuðlaðir at tveimum fakfólkum, sum hava serkunnleika á økinum.

Byrjað verður 21. september, freistin at melda til er 1. september. Meldast kann til hjá Sinnisbata.

placeholder

Meira langlesnaður