Súsanna Olsen leggur frá sær eftir fýra ár

2017-03-06 08:50 Author image
Sigmund Vang

Súsanna Olsen takkaði fyri seg sum forkvinna í felagnum Sinnisbati á aðalfundinum, sum var um vikuskiftið.

- Súsanna hevur verið forkvinna í Sinnisbata í fýra ár, og hon hevur millum annað staðið á odda fyri at fáa gjørt Sinnisbata til eitt sjónligt felag, ið verður tikið við uppá ráð, sigur felagið í skrivi sent miðliunum.

Í formansrøðu síni á aðalfundinum, segði segði Súsanna Olsen millum annað, at arbeiðið við eini heildarætlan fyri psykiatriska økið - sum væl at merkja ikki er komið undir land enn - er týdningarmikið og tiltrongd. Harumframt nevndi hon, at Sinnisbati seinastu árini hevur ment seg nógv, og er í dag ein sjónligur áhugafelagsskapur við nógvum virksemi.

Súsanna Olsen heldur fram í nevndini sum vanligur nevndalimur.

Nýggj nevnd varð vald á aðalfundinum, og hon hevur skipað seg soleiðis:

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Jana Mortensen: Skrivari

Tummas Tomassen: Kassameistari

Anna Nolsøe Joensen: Nevndarlimur

Olga Maria undir Skarði: Nevndarlimur

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vanja S. R. Davidsen, Margreta Poulsen og Regin Jóanesarson.

Laura Apol stillaði ikki uppaftur. Hon er sett í starv sum samskipari hjá felagnum í nakrar tímar um vikuna, til millum annað at fáa ráðgevingartilboðið upp at standa. Harumframt skal hon taka sær av samskiftisuppgávum, samskipa tiltøk og taka sær av skrivstovuuppgávum. 

  

  

Meira langlesnaður