Málið um útbyggingina av Tórshavnar Havn

2016-08-15 09:26 Author image
Dimma

Í almennu umrøðuni av málinum um at lata Tórshavnar kommunu umhvørvisgóðkenning til havnaútbygging eru nógvir spurningar reistir, og nógvar misskiljingar eru frammi. Tí hesar linjur.

Tað tykist standa ósvarað, hvørt góðkenningin til Tórshavnar Havn stendur við. Lat meg svara beinanvegin, at góðkenningin stendur við. Tað havi eg eisini sagt alment.

Umsóknin frá Tórshavnar kommunu er viðgjørd í Heilsu- og innlendismálaráðnum. Komið var so mikið langt við málinum, at endaliga góðkenningin var orðað. Hon manglaði tó eina endaliga góðkenning frá landsstýriskvinnuni. Og tað er tað, sum er mistakið í málinum. Endalig góðkenning var ikki givin, áðrenn loyvið fór avstað.

Tá ið eg havi víst á, at mær tørvaði meira tíð til umrøðu av málinum, so var tað ikki í mun til sjálva avgerðina, men í mun til at fáa kunnað á landsstýrisfundi og at fáa nærri innlit í grundgevingarnar, umframt hvussu málið kundi handfarast, tá ið tað fór alment út. Møguliga havi eg ikki verið nóg greið í hesi útmelding.

Eisini er týðandi at fáa sagt, at eg hevði ongar ætlanir um at broyta avgerðina. Tí er spurningurin um at taka góðkenningina aftur ikki relevantur og hevur ongantíð verið tað.

Spurningurin, sum eg stóð eftir við, var, um nakar ivi kundi reisast um, hvørt avgerðin hevði gildi, tá ið tað stendur í lógini, at landsstýrisfólkið skal góðkenna eina slíka avgerð. Hon var jú farin út uttan góðkenning. Metingin í Heilsu- og innlendismálaráðnum var, at avgerðin stóð við, tó at eingin endalig góðkenning frá mær fyrilá.

Beinanvegin eg var varug við, at avgerðin var farin avstað uttan mína góðkenning, setti eg meg í samband við aðalstjóran. Og í ráðnum bleiv málið tikið upp beinanvegin innanhýsis. Almenna  kjakið kann geva tað fatan, at ráðið nú aftaná miðlaumrøðuna er farið at viðgera málið innanhýsis. So er ikki.

Í almennu umrøðuni seinastu dagarnar hevur nógv verið frammi, sum ikki er rætt. Millum annað er sagt, at hetta mistak kostar skattgjaldarum hálva milliard. Soleiðis hongur tað als ikki saman. Loyvið úr Heilsu- og innlendismálaráðnum er eitt loyvi til Tórshavnar kommunu um at broyta byggisamtyktina.

Sjálva avgerðina um at útbyggja havnarøkið eigur Tórshavnar Kommuna einsamøll. Tað er ein politisk kommunal avgerð, sum Heilsu- og innlendismálaráðið ikki tekur støðu til. Landið byggir onga havn.

placeholder

Meira langlesnaður