Sirið Stenberg: Ongantíð verið ætlanin at broyta avgerðina

2016-08-15 09:25 Author image
Dimma

- Tað tykist standa ósvarað, hvørt góðkenningin til Tórshavnar Havn stendur við. Lat meg svara beinanvegin, at góðkenningin stendur við. Tað havi eg eisini sagt alment.

Soleiðis er greiða fráboðanin frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sum í einari viðmerking nú vil manað allan iva burtur um loyvið, sum Tórshavnar kommuna hevur fingið til nógv umrøddu havnarútbyggingina.

Hon tekur m.a. soleiðis saman um tað rumblið um góðkenningina, sum hevur fingið so nógva rúmd:

- Umsóknin frá Tórshavnar kommunu er viðgjørd í Heilsu- og innlendismálaráðnum. Komið var so mikið langt við málinum, at endaliga góðkenningin var orðað. Hon manglaði tó eina endaliga góðkenning frá landsstýriskvinnuni. Og tað er tað, sum er mistakið í málinum. Endalig góðkenning var ikki givin, áðrenn loyvið fór avstað, sigur Sirið Stenberg.

Hóast hon ikki hevur góðkent loyvið, so snýr tað seg ikki um sjálva avgerðina, men um grundgevingar og handfaring.

- Tá ið eg havi víst á, at mær tørvaði meira tíð til umrøðu av málinum, so var tað ikki í mun til sjálva avgerðina, men í mun til at fáa kunnað á landsstýrisfundi og at fáa nærri innlit í grundgevingarnar, umframt hvussu málið kundi handfarast, tá ið tað fór alment út. Møguliga havi eg ikki verið nóg greið í hesi útmelding. Eisini er týðandi at fáa sagt, at eg hevði ongar ætlanir um at broyta avgerðina. Tí er spurningurin um at taka góðkenningina aftur ikki relevantur og hevur ongantíð verið tað, sigur Sirið Stenberg.

Samstundis undirstrikar hon enn einaferð, at avgerðin at útbyggja havnina liggur hjá Tórshavnar býráð. Innlendismálaráðið hevur bara tikið støðu til, um tað skal vera loyvt.

Øll viðmerkingin kann lesast her

 

placeholder

Meira langlesnaður