Sissal Kristiansen vann Blue Fashion Challenge

Mynd: NORA

Sissal Kristiansen vann Blue Fashion Challenge

2017-08-27 10:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Blue Fashion Challenge er kapping, ið snýr seg um at skapa móta á høgum stigi úr rávørum úr havinum. Tað verið seg m.a. kópur, tari, skeljadjór og fiskur.
Endamálið við kappingini er, at gerast meiri tilvitaði um rávørur og tilfeingi, ikki vanliga er nýtt í mótaverðini, og royna at skapa nýggj mótaútrykk, sum eru meira í javnvág við náttúruna.

Blue Fashion Challenge var hildin í Østrøm í Føroyum, dagarnir 22.-27. august. 11 viðurkendir sniðgevar úr øllum norðanlondum kappaðust um bestu sniðgevingina.

Sissal Kristiansen var tann, ið fór avstað við vinnaraheitinum. Sissal rekur til gerandis fyritøkuna Shisa Brand, har hon mest sniðgevur og framleiðir bundin snið úr ull. Seymigávurnar liggja tó eisini væl fyri, tí sniðgevingar hennara ið fóru við vinnaraheitinum, vóru allar seymaðar úr fiskaskræðu. Bæði kjólar og taskur.

Hetta var ein hørð kapping, við høgum krøvum til luttakararnar. Á 2. plássi kom íslenska Kolbrún Ýr Gunnarsdóttir, og grønlenska Louise Lynge Hansen fekk herðaklapp fyri sín jakka úr kópaskinni.

Sera nógv fólk var komið saman at síggja tey ymsu sniðini, ið alt bleiv víst fram við mótasýning síðsta dagin.

placeholder

Meira langlesnaður