Sjálvboðin á G!

2016-07-16 21:23 Author image
Jákup Højgaard

- Grundin til, at eg kom til Føroyar, er at eg møtti einari føroyskari gentu, tá eg var á pílagrímsferð í fjør. Mátin hon fortaldi mær um landið, náttúruna og fólkið gjørdi, at eg noyddist at koma. 

Forrest Mallard er úr Amerika. Hann arbeiðir í Dubai í átta mánaðir um árið, har hann sparir sær pengar at ferðast fyri. Í summar hevur hann ferðast og vitjað vinir hann møtti á pílagrímsferð síni. 

- Tá eg hevði ferðast í eina tíð, vísti tað seg, at onkur hevði gjørt seg inn á mítt gjaldskort og eg hevði ongar pengar. Ferðaseðlanir vóru allir goldnir, so har var eingin trupulleiki, men eg noyddist at finna út av, hvussu eg skuldi klára meg uttan lummapengar. Hetta gjørdi, at eg fekk eina heilt aðra uppliving av londunum eg vitjaði. 

Komin til Føroyar, skjeyt føroyska vinkonan upp, at Forrest kundi melda seg sum sjálvbodnan á G! Festivalinum. 

- Eg skrivaði til tey og biddaði um at sleppa at hjálpa. Eg arbeiði innan sama yrki og vildi bara sleppa at hjálpa við øllum eg kundi. Tað einasta eg vildi hava afturfyri var eina song og tvær máltíðir um dagin. 

- Tað sum bergtekur meg við G! er, at festivalurin er í eini lítlari bygd. Alt bygdafólkið hjálpir til og tað haldi eg verða fantastiskt. Arbeiðsferðin er ikki heilt tað sama sum tann í New York, tí alt her er so avslappað. Fólkið, sum eg havi møtt, eru so fyrikomandi og tað kenst sum um eg eri komin eitt stað, har eg kann vera tann eg eri. 

- Fyrsti festivaldagurin var heilt serligur fyri meg. Vinkonan vísti mær runt ymsa staðni í landinum áðrenn hann byrjaði og tá vit komu her var verðrið so vakurt og staðið hevur eina sovorðna gleði, sum eg ikki ordiliga fái sett orð á. Tað fekk eg heldur ikki tá, og eg fór at gráta, tí eg var so rørdur. Eg havi møtt so nógvum fantastiskum fólkum her og eg elski tað. Eg elski at hitta nýggj fólk og fáa nýggjar vinir. Ístaðin fyri at keypa mær minnislutir heim við tá eg ferðist, dámar mær betur at blíva vinir við fólk á Facebook, so eg kann halda samband við tey. 

- Fyrst fari eg at hjálpa til at rudda upp eftir festivalinum og síðani fari eg at hugna mær her í Føroyum. Eg fari á ólavsøku og tað gleði eg meg til, men í kvøld fari eg fyrst at hugna mær her á G! saman við øllum fólkinum sum er her.

placeholder

Meira langlesnaður