Sjey verkætlanir fáa stuðul

Sjey verkætlanir fáa stuðul

2017-10-23 12:36 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Mentamálaráðið hevur latið stuðul til sjey verkætlanir, ið skulu stimbra málmenningina hjá børnum. Tað skrivar heimasíðan hjá Mentamálaráðnum.

Mentamálaráðið hevur serliga eggjað til at fingið inn uppskot um verkætlanir ið arbeiða við hesum evninum. Málsmenningin hjá børnum er eitt evni ið landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, raðfestir høgt.

14 umsóknir blivu sendar inn og sjey teirra blivu valdar og hava fingið stuðul játtaðan. Tað vórðu tilsamans 597.500 krónur, ið blivu býttar út til verkætlanirnar.

Uppskotini til hvussu málsmenning hjá børnum kann stimbrast best, fevna sera víða. Millum annað eru faldarar um týdningin av at lesa ella smærri filmar á Youtube. Summi tilboð venda sær heldur til foreldrini ella til starvsfólk á dagstovnum, um hvussu tey skulu bera seg at við málsmenning.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður