Sjómannadagurin leggur frá landi

2016-08-19 13:57 Author image
Dimma

Hóast fleiri viðkomandi tiltøk longu hava verið hesa vikuna, so byrjar Sjómannadagurin í Klaksvík av álvara í dag. Sjómannadagurin hevur veruliga fingið støðu sum ein tann familjuvinaligasta stevnan í landinum

- Føroya Sjómannadagur hevur til endamáls at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera. Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki, siga fyrireikararnir

Alt á Sjómannadegnum er ókeypis. Skráin leggur dent á at kunna og læra um føroyska mentan, mæti og virðisgrundarlag, sum sagt verður, og millum annað eru kunnandi framløgur í samstarvi við Havstovuna, sum leggur ymisk granskingarúrslit fram.


Fiskikapping og vatnkríggj í dag

Í dag eru serliga tvey væl umtókt tiltøk á skránni: Fiskikappingin og so tað stóra vatnkríggið, um árliga dregur børn og barnslig vaksin til sín í hópatali.

Fiskikappingin er á Kósabrúnni, og børnini skulu sjálv hava tráðu við. Agn fáa tey útflýggjað á bryggjuni. Fiskikappingin byrjar klokkan 18.

Stóra vatnkríggið er klokkan 19 í kvøld. Skip og bátar taka fólk umborð á Kósabryggjuni, og síðan verður farið út á vágna at skjóta við vátum. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka. Krav er, at øll eru í bjargingarvesti.

Á vestursíðuni framman fyri North Fish Cold Storage er eisini vatnkríggj fyri smærri børn, sum ikki ynskja at vera umborð á bátunum. Kaptein Gardar og aðrir sjórænarar krógva seg í einari stórari borg á bryggjuni og verja seg ímóti børnum við einari stórari kanón.


Kappingar og fiskaborð leygardagin

Leygardagin eru eisini fleiri tiltøk á skránni. Millum annað hittast føroysku træsiglskipini og aðrir bátar á Pollinum og seta segl. Seglskipini koma á Klaksvík lokkan 10, og eftir tey koma gomlu útróðrarbátarnir úr Svínoy rógvandi.

Klokkan 10 er kaffiborð fyri øllum á bryggjuni.

Gjøgnum allan leygardagin eru hópin av tiltøkum, millum annað er stórt fiskaborð, har mangt gott úr havinum verður at fáa.

Annars verða svimjikappingar á Vágni, grind verður skorin upp, og so ikki at gloyma tær væl umtóktu føroyameistarakappingarnar í trolbøting, egning, agnskering og mangt annað forvitnisligt.

Øll skráin sæst her

placeholder

Meira langlesnaður